fríggjadagur, 14. oktober 2022

Tryggur sigur við sjey málum


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Við fyrst og fremst framúr verjuspæli syrgdu H71-kvinnurnar fyri, at eingin ivi var um, hvat var betra liðið í EHF Europa Cup-dystinum ímóti eysturríkska SC Ferlach.

Longu frá fyrstu løtu stóð verjan stinn og fekk markerað seg so greitt, at tær eysturríksku beinanvegin funnu útav, at tað ikki var “bara bara” at fáa nakað frá hoyvíkskvinnum. Ikki minst var hetta hugaligt at síggja, tí eingin visti frammanundan, hvussu sterkt eysturríkska liðið mundi vera.

 

Sum dystinum leið, tóktist orkan hjá okkara eisini at vera størri, men fyrst og fremst var orsøk til at fegnast um eitt kollektiv, ið virkaði. Allar tóku tøk fyri hvørja aðra, og uppbakkingin runt vøllin gjørdi sítt til, at teir 500 mælsku áskoðararnir hjá hinum liðnum onga ávirkan fingu.

 

Og hóast SC Ferlach ein stóran part av tíðini mansvardi Janu Mittún, traðkaðu aðrar til, so tað ikki darvaði so nógv, sum ætlanin mundi vera. Vónandi verður hugsað enn meira um, hvussu H71 skal spæla seg ígjøgnum hesar støðurnar í morgin, tí óivað verður “vápnið” endurtikið av mótstøðuliðnum.

 

Elsa uppiborið best

Tað sást eisini beinanvegin, at Elsa Egholm ið hvussu er ikki ætlaði sær at lata nakran sleppa framvið ókeypis, og tí var tað eisini fult uppiborið, at hon eftir dystin var kosin besti spælarin hjá H71. Eisini í álopspartinum var hon avgjørd og órógvaði SC Ferlach-verjuna nógv.

 

Hinvegin var heldur torført at skilja, hvussu málverjin hjá hinum kundi sleppa undan at fáa tilsvarandi heiður, tí tað var henni fyri at takka, at H71 ikki longu fyri steðgin avgjørdi dystin og fullkomiliga spilti spælið. Við hópin av bjargingum helt hon lív í sínum liði.

 

Andjela Roganovic tók 15 av 45 skotum, so har varð roynt dúgliga at skjóta ímóti máli hennara. Til samanberingar kom eysturríkska liðið bara við 31 skotum á málið hjá H71, so her skulu bara nakra justeringar til, so kann meira fáast burtur úr álopsspælinum.

 

Verjan var munurin

Fyrst og fremst var tað tó verjuspælið, ið var stóri munurin á liðunum, tí har stóð H71-verjan sum drangur í brimi og tók sær væl av øllum atsóknum. So stinn hevur verjan ikki staðið higartil í heimligu kappingini, so tað var deiligt at síggja, hvussu væl tað koyrdi.

 

Tveir dystir í tveir dagar er ein tung og krevjandi uppgáva, men nú ræður um at gera arbeiðið liðugt, og soleiðis sum dysturin í kvøld háttaði seg, skuldu líkindini verið fyri enn einum sigri. Men tað skal vera heilhjartað, skal tað eydnast.

 

Vónandi verður sami innsatsur at síggja á vøllinum, og tað er bara gott, at byrjað verður afturi frá verjuni, tí ber til at halda tætt, skulu málini nokk koma í hinum endanum. Vit bíða spent til í annaðkvøld, tá ið tað aftur ber til at síggja H71-kvinnurnar á live.hsf.fo, og vit vóna sjálvandi tað besta!

 

H71-SC Ferlach 30-23 (16-12)

H71: Marita Mortensen 7, Jana Mittún 6, Guðrið Bogadóttir á Borg 4, Anna Eliasbeth Halsdóttir Weyhe 3, Lív Bentsdóttir Zachariasen 3, Vár Bentsdóttir Zachariasen 3, Elsa Egholm 2, Lukka Arge 1, Brynhild Pálsdóttir 1

SC Ferlach: Anna-Maria Kavalar 8, Dorotea Prevendar 5, Luna Voncina 3, Anna-Maria Wutte, Petra Fister 2, Lena Ljubic 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com