15. oktober 2022

Sannførandi víðari í Europa Cup


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Við einum 29-20 sigri í kvøld hava H71-kvinnurnar sera sannførandi spælt seg víðari í EHF Europa Cup við einum samanløgdum 59-43 sigri.

Bíðað verður í spenningi eftir lutakastinum til næsta umfar, nú H71-kvinnurnar annað árið á rað fingu eina frálíka byrjan á sína EHF Europa Cup-kapping – hesaferð við í stórum stíli at beina fyri eysturríkskari mótstøðu.

 

Undan dagsins dysti hevði H71 longu eina sjeymáls leiðslu frá dystinum í gjár við sær, so alt trýstið lá á SC Ferlach, ið skuldi fram á vøllin fyri at fáa vent samlaðu gongdini. Vertirnir byrjaðu væl, men tá ið H71 fekk fatur á rætta endanum, varð hann ikki sleptur aftur!

 

Enn einaferð varð sigurin grundaður á gott verjuspæl og framúr gott spæl frá Rúnu Jógvansdóttir Larsen í málinum, ið eisini gjørdist dagsins spælari. Hon spældi meginpartin av dystinum og tó 14 av 30 skotum, ið gav eitt imporandi bjargingarprosent upp á 46!

 

Koyrdu avstað

Yvirhøvur var talan um eitt sannførandi avrik, so skjótt sum okkara høvdu fingið fótin fyri seg. Vendin kom í grundini eina løtu mitt í fyrra hálvleiki, tá ið vit vóru í minniluta, men megnaðu at vinna 2-0 teir tveir minuttirnar.

 

Síðani koyrdi liðið avstað og bara økti um leiðsluna, og tá ið fleiri spælarar, ið kanska ikki høvdu spælt so nógv frammanundan, fingu møguleikan, gjørdi tað ikki mun, tí framvegis var avrikið hjá liðnum sannførandi.

 

Sostatt er H71 væl og virðiliga víðari í EHF Europa Cup-kappingini, og nú er so bara at vóna, at fortunan er í okkara parti, tá ið lutakastið til næsta umfar er á skránni. Hepnast tað væl, er einki at ivast í, at H71-kvinnurnar gera alt fyri at halda ævintýrinum á lívi sum longst!

 

SC Ferlach-H71 20-29 (9-15)

SC Ferlach: Dorotea Prevendar 10, Anna-Maria Kavalar 3, Andrea Pavkovic 2, Luna Voncina 2, Lena Ljubic 1, Luisa Marina Senitza 1, Anna-Maria Wutte 1

H71: Lukka Arge 8, Jana Mittún 5, Guðrið Bogadóttir á Borg 4, Anna Eliasbeth Halsdóttir Weyhe 4, Marita Mortensen 2, Christina Turiðardóttir Arge 1, Sára Jacobsen 1, Inga Maria Joensen 1, Brynhild Pálsdóttir 1, Lív Bentsdóttir Zachariasen 1, Vár Bentsdóttir Zachariasen 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
           
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo