týsdagur, 18. oktober 2022

Hesum kunnu kvinnurnar møta


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Lutakastið um, hvørjum H71 skal møta í EHF Europa Cup-kappingini hjá kvinnum, skuldi havt verið fyrrapartin í dag, men er flutt, so tað í staðin verður seinnapartin klokkan 15.

Nú annað umfar varð fingið frá hondini um vikuskiftið, eru tilsamans 32 lið eftir í kappingini um at røkka triðja umfari. Liðini eru býtt sundur í tvey, so H71 er saman við 15 øðrum í fyrra potti og skal spæla móti einum liði úr øðrum potti.

 

Millum annað er møguleiki fyri at møta íslendska ÍBV úr Vestmannaoyggjum, har Ingibjørg Olsen er ein av spælarunum. Eing og H71, spældi ÍBV seg síðsta kappingarár í fjórðingsfinalurnar.

 

Einasta av liðunum, vit møttu síðsta kappingarár, sum vit kunnu møta aftur nú, er WHC Cair-Skopje úr Norðurmakedonia. HC Galychanka Lviv úr Ukraina, sum vit møttu í fjórðingsfinaluni, er í sama potti sum H71, so har verður ið hvussu er eingin endurtøka í hesum umfarinum.

 

Dystirnir í triðja umfari verða spældir 3./4. og 10./11. desember, um talan væl at merkja er um at spæla burturi og heima. Um báðir dystirnir verða spældir á heimavøllinum hjá øðrum felagnum, verða teir avgreiddir annað av vikuskiftunum.

 

Lutakastið verður fyrrapartin í dag klokkan 15 og kann síggjast á YouTube-rásini hjá europeiska hondbóltssambandinum. Liðini, H71 kann fáa í lutakastinum, eru annars hesi:

 

roomz JAGS WV (Eysturríki)

ZRK Borac (Bosnia-Herzegovina)

DHC Slavia Praha (Tjekkia)

Club Balonmano Elche (Spania)

Motive.co Gijon (Spania)

Anagennisi Artas (Grikkaland)

ÍBV Vestmannaeyjar (Ísland)

WHC Cair-Skopje (Norðurmakedonia)

H.V. Quintus (Holland)

JuRo Unirek VZV (Holland)

KPR Gminy Kobierzyce (Poland)

ADA de Sao Pedro do Sul (Portugal)

Alavarium Love Tiles (Portugal)

Lugi (Svøríki)

Ankara Yenimahalle BSK (Turkaland)

Antalya Konyaalti BSK (Turkaland)



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com