týsdagur, 18. oktober 2022

Skulu møta tjekkiskari mótstøðu


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Í lutakastinum fyri løtu síðani fingu H71-kvinnurnar tjekkiska mótstøðu, tí í triðja umfari í EHF Europa Cup-kappingini skulu tær spæla ímóti Slavia Prag.

Hvussu sterk mótstøðan er, er eitt sindur torført at siga, men í øllum førum vann Slavia Prag sera sannførandi á Holon HC úr Ísrael. Báðir dystirnir vóru í Tjekkia, og Slavia Prag vann fyrst 41-21 og síðani 30-15, sum gav ein samanlagdan stórsigur, 71-36.

 

Í fyrraárið kom Slavia Prag í fjórðingsfinalurnar í EHF Europa Cup-kappingini, men hevur annars verið javnan við í europeisku kappingunum síðani miðskeiðis í 90-unum. Slavia Prag í 2014 í fjórðingsfinaluna í táverandi Challenge Cup-kappingini og besta úrslitið higartil var í 2001, tá ið tað bleiv til pláss í hálvfinaluni í táverandi EHF Cup-kappingini.

 

Í tjekkisku kappingini hevur Slavia Prag verið meistari sjey ferðir: 2009/2010, 2006/2007, 2001/2002, 2000/2001, 1999/2000, 1998/1999, 1993/1994. Tíggju ferðir hevur liðið verið næstfremst, harav fleiri ferðir tey seinnu árini.

 

Skulu tingast um dystirnar

Tjekkiska stórfelagið, Slavia Prag, varð stovnsett í 1919, og meðan Tjekkia og Slovakia enn vóru samlað í Tjekkoslovakia, vann felagið sjey meistaraheitið millum 1926 og 1993. Millum 1949 og 1965 kallaðist felagið Dynamo Prag.

 

Síðani Tjekkoslovakia fór sundur, hevur Slavia Prag kappast í bestu tjekkisku deildini, og frá 2002 í WHIL, sum er ein yvirtjóðadeild við frægastu tjekkisku og slovakisku liðunum. Ta kappingina hevur Slavia Prag vunnið í 2010 og 2011.

 

Nú skal H71 so samráðast við Slavia Prag um, um báðir dystirnir verða spældir á einum stað ella ein dyst í hvørjum stað. Í undanfarna umfari spældi H71 báðar úti og Slavia Prag báðar heima, so kanska vit standa fyri tørni at fáa báðar hendavegin. Livst, so spyrst!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com