týsdagur, 18. oktober 2022

Tjekkar: – Vit vita lítið um H71


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Tey í Slavia Prag vita ikki tað stóra um H71-kvinnurnar, men hava tó vónir um at koma víðari í kappingina eftir báðar dystirnar í triðja umfari.

– Vit vænta eitt ungt, men áhugavert lið, tá ið tað kemur til ferð og dynamikk. Tað er ikki ógjørligt at spæla upp ímóti teimum, sigur venjarin hjá Slavia Prag, Jan Salač, við heimasíðuna hjá felagnum.

 

– Síðsta kappingarár endaði H71 í fjórðingsfinaluni ímóti Galychanka Lviv, men tað var bara, tí liðið ikki fór til Ukraina og tí tapti uttan dyst. Á heimavølli taptu tær 26-27 fyri Galychanka Lviv, og nú eru tær komnar víðari í kappingini við sigri á eysturríkska oddaliðnum, SC Ferlach.

 

Liðskiparin hjá Slavia Prag, Petra Kudláčková, viðgongur, at hon ikki veit so nógv um H71, men hon hevur tó virðing fyri komandi mótstøðuni: Hetta er norðurlendskur hondbóltur, so tað kann verða øgiliga torført, men vit fara at gera okkara besta fyri at koma víðari millum tey síðstu 16 liðini í kappingini, sigur hon.

 

Ferðast langan veg

Formaðurin í Slavia Prag, Richard Toman, ásannar, at lutakastið gav teimum ta longstu og dýrastu ferðina í bólkinum, og at soleiðis sum lutakastið háttaði seg, eigur H71 heimadyst fyrst.

 

– Vit fara nú at fáa okkum meira vitan um liðið, sum síðsta kappingarár var í fjórðingsfinaluni. Spælararnir eru lutfalsliga ungir, so teir í aldri minna um okkara lið, men eg trúgvi ikki, at tað er ógjørligt hjá okkum at koma víðari, sigur hann við heimasíðuna hjá felagnum.

 

– Tað velst eisini um, um vit kunnu koma ásamt við H71 at minka um ferðaútreiðslurnar, so báðir dystirnir verða spældir á einum stað. Vit vildu fegin spælt báðar hjá okkum, og tað fara vit nú at tingast við H71 um.

 

Lutakastið legði annars upp til, at H71 hevur heimadyst 3./4. desember og Slavia Prag 10./11. desember, men semjast feløgini um at spæla báðar dystirnar í øðrum landinum, verða teir helst spældir seinna vikuskiftið og dag um dag.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com