týsdagur, 1. november 2022

Innbjóðing frá ÍSF


Góðu tit øll úti í ítróttafeløgunum,


Í døgunum 8. - 17. november vitjar ÍSF kring landið við spennandi framløgum fyri nevndarlimir, venjarar, íðkarar, foreldur og onnur áhugað.

 

Heitið fyri kvøldini er: »Kynstrið at skapa breiðar felagsskapir fyri børnini, breiddina og framtíðar úrvalsíðkarar«.

 

Vit vilja fegin greiða øllum tykkum, sum eru áhugað og virkin í lokalu ítróttafeløgunum, frá nýggju ætlanini hjá ÍSF og hoyra tykkara hugsanir.

 

Við skiftandi gestarøðarum m.a. Lene Terp, venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, Heri Ziska, venjari, Øssur D. Eiriksfoss, úrvalsíðkara, og Guðmundi Joensen, stovnara av Ítróttarháskúlanum, ferðast vit soleiðis.

 

Tiltøkini eru frá kl. 19:00 - 21:00: 

•            8. november - Runavík (Løkshøll).

•            9. november - Klaksvík (Skúlin á Skúlatrøð).

•            10. november - Norðurstreymoy (Skúlin við Streymin).

•            14. november - Vágar (Skúlin á Giljanesi).

•            15. november - Sandoy (Skúlin á Sandi).

•            16. november - Tórshavn (Aulan í Finsen).

•            17. november - Suðuroy (Skúlin í Trongisvági).

 

Góði felagsskapurin er reyði tráðurin í felags ætlanini, sum allar ítróttargreinar í Føroyum herfyri samdust um at arbeiða fram ímóti. Millum høvuðsmálini er, at vit skulu virða gleðina við at íðka ítrótt eins høgt og siðursgleðina, og at børn skulu kunna vera virkin í fleiri ítróttagreinum í senn.

 

Vit fara at tosa um:
– Hvussu kunnu vit í felag tryggja góða felagsskapin?
– Hvussu kunnu vit halda sjálvbodnum til felagsskapin?
– Hvussu kunnu vit skapa eitt mennandi venjingarumhvørvi fyri øll – bæði breidd og framtíðar úrvalsíðkarar?


Um gestarøðararnar, sum fara at skiftast ímillum kvøldini:

LENE TERP, kvinnulandsliðsvenjari og mennari hjá FSF:
“Venjaraleikluturin skal raðfestast, um vit vilja tryggja eitt mennandi venjingarumhvørvi, bæði fyri breidd og úrval”.

ANNIKA HELGADÓTTIR DAVIDSEN, sálarfrøðingur:
“Ung, trýst og úrslit, soleiðis sum børn og ung uppliva tað”.

HERI ZISKA, venjari og granskari:
“Nær skal eg velja? – hvat sigur nýggjasta granskingin um týdningin av at venja fleiri ítróttagreinar?”.

GUÐMUNDUR JOENSEN, sum stovnaði Ítróttaháskúlan:
“Um børn og rørslugleði”

ØSSUR DEBES EIRIKSFOSS, úrvalsíðkari og bachlor í ítrótti:
“Sjónarhornið hjá einum íðkara” 

 

Vit senda tykkum nærri kunning um tiltøkini, og um hvør gestarøðari kemur til tykkara øki, men í fyrsta umfari ynskja vit at fáa tykkum at seta kross í kalendaran og at bjóða tykkara fólki við.

 

Ynski er at so nógv feløg sum gjørligt eru breitt umboðað.

Vinaliga gev okkum boð á linda@isf.fo, um umboð fyri tykkara felag koma til okkurt av tiltøkunum.

 

Deilið eisini endiliga tiltakið á facebook, har til ber at fylgja við nýggjastu kunningini um stað, gestarøðarar og skrá.

 

Her kunnu tit lesa nýggju ætlanina "Í felag fram ímóti felags málum".

 

Øll eru vælkomin - nevndarlimir, venjarar, sjálvboðin, íðkarar, foreldur og onnur áhugað. 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com