hósdagur, 3. november 2022

Hákun fer til týsku Bundesliguna


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Næsta kappingarár spæla tveir hoyvíkingar og føroyskir landsliðsspælarar í deildini, ið vanliga verður kosin heimsins besta hondbóltsdeild, nú Hákun hevur gjørt sáttmála við týska oddaliðið, Füchse Berlin.

Næsta kappingarár verður Hákun West av Teigum at síggja í bestu týsku hondbóltsdeildini, nú hann hevur gjørt sáttmála við oddaliðið, Füchse Berlin. Longu frammanundan er greitt, at Elias Ellefsen á Skipagøtu eisini verður at síggja í Bundesliguni, tí hann herfyri skrivaði undir við THW Kiel.

 

Við øðrum orðum verða tveir hoyvíkingar at síggja millum fleiri av heimsins bestu hondbóltsspælarum, og skuldi nakar ivast í, hvat føroyskir landsliðsspælarar megna, so er bara at vísa á teir báðar, ið veruliga hava gjørt vart við seg.

 

Sjálvur ásannar Hákun, at tað hevur verið dreymur hansara, síðani hann byrjaði at spæla hondbólt, at hann skuldi koma í Bundesliguna. At tað so gjørdist Füchse Berlin, hevur nakað við tað at gera, at tað er eitt gott lið við nógvum góðum spælarum.

 

Góð orð á vegnum

Tað hevur leingi verið greitt, at lámi høgrivongurin hevur serstakliga góð evni og helst telist millum teir allarbestu, so tí er einki at siga til, at hann fær góð orð á vegnum, nú yrkisleiðin heldur fram í heimsins bestu hondbóltsdeild.

 

Stjórin hjá Hákuni í Skanderborg Aarhus Håndbold, Mads Lind, fegnast eisini Hákunsa vegna og sigur hann hava ment seg øgiliga nógv hetta hálvtannað árið, hann hevur verið í felagnum, og at tey har eru errin av, at ein av teirra spælarum fer víðari til eitt av bestu liðunum í Bundesliguni.

 

Eisini høvuðsvenjarin hjá Füchse Berlin, Jaron Siewert, fegnast um at hava fingið Hákun til felagið og sigur, at hann sær fram til ein ungan og dynamiskan spælara, sum longu hevur givið til kennar, at hann kann menna seg enn meira. Tí hevur felagið gjørt sáttmála við Hákun um kappingarárið 2023/24.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com