týsdagur, 15. oktober 2013

Til Klaksvíkar vit fara


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Mynd: Lænt frá Nordlysid.fo

Leygardagin kl. 18 spæla vit í Badminton Klaksvík.

Í fjør vóru vit í 'tetinum' mestsum allan dystin, tóað klaksvíkingar komu framum ta einu ferðina. Men, sum so ofta, kláraðu teir ikki heilt at hanga í, tá ið samanum kom.

Enn er alt ov tíðliga at tosa um must-sigrar. Men vinna vit á Team Klaksvík leygarkvøldið, so eru vit har, sum mest gongur á--einum deildum øðrum plássi saman við kollfirðingum og Kyndli.

Kyndil vann á KÍF, enntá á útivølli, sum er eitt gott úrslit. Enntá nokkso sannførandi, har kollfirðingar bara skora 21 mál. Hetta eigur ikki at vera nokk at vinna ein dyst, og tað var tað eiheldur hjá greipuvinnarunum. Nú verður spennandi at síggja, um nakað annað lið klárar at basa KÍF í ár...

Og tá ið so StÍF fyri aðru ferð í ár mátti taka til takka við púrt ongum á einum, søguliga sæð, sterkum heimavølli, er væl og virðiliga rørt í greytinum. Øll uttan H71 hava spælt tríggjar dystir, og øll uttan Team Klaksvík hava vunnið ein dyst. VÍF og StÍF hvør sín út av trimum, Kyndil og KÍF tveir út av trimum, Neistin tríggjar av trimum, og so H71 ein út av tveimum. So, vinna vit, eru vit trúliga har, stríðið leikar harðast á.

Ja, tit lósu rætt. Neistin 6 út av 6 møguligum stigum. Hinvegin, tað kundi eisini verið null út av null,tættir dystirnir hava verið, eisini hann í Hoyvíkshøllini hóast hann endaði við fleiri enn einum máli á muni. Hasin dysturin kundi væl koppað báðar vegir miðskeiðis í øðrum hálvleiki, um bara... ja, um bara vit høvdu verið meiri miðvísir í okkara avslutningum. Nakað, kanska bert Ingi Olsen dugir eins væl og yrkisleikarir: at ert tú fríur, SO SKORAR TÚ!!!

Tað sagt, tá var tað heilt uppiborið, at Neistin vann. Tað var onki um okkum, hvat var greitt líka frá triðja álopi. Andin á liðnum var líkasum ikki har. Tamir og eitt nevsligið heimalamb. Alright, við 7 útvísingum og einari einkultari til Neistan í einum, so løgið tað aðramáta ljóðar, óráum dysti, kom tó eisini meiri spenningur í, enn vit av rongum høvdu ímyndað okkum og vónað.

Men aftur til teir bláu, ið óivað hava klárað seg væl betri enn serfrøðin, eisini eg, hevði roknað við. Jú, teir vunnu við einum á Team Klax, einum á Kyndli og næstan einum á okkum. Tó, teir vunnu, og fingu stigini. Men Neistin blívur ikki nógv betur enn hatta. Og har er ikki so øgiliga nógv at dúva uppá á bonkinum, ella aðrasteðs frá.

Longi hevur tað verið ein óskrivaður sannleiki, at Neistin ikki trúliga eigur nakað gott ungfólk á mannfólkasíðuni. Møguliga er tað rætt. Men í so føri, tá hava teir tikið av kjansinum sum fáur, tí nú eru teir góðir. Har vóru so nakrir yvirvaksnir piltar, seytjan ára gamlir ella so at líta á, ið hvør skoraði meiri enn ein neva av málum hatta forbrenda mikukvøldið í 188.

Hetta í bland við kollegialari fanatismu, herligum kammerataríi millum leikarnar, vilja at stríðast fyri hvørjumøðrum, sum sæst aftur í ungdómsligari opportunismu og óbangni, null atliti fyri avleiðingum, er í sjálvum sær nóg mikið at skaffa tær ein sigur ella tríggjar. Serliga tá ið hini liðini ikki enn hava funnið toppform. Og so venjari Neistans, Áki Mørk. Hann hevur endurføtt Jugo og bukað hóskandi sjálvsálit inn í hinar. Har er ein framúr málmaður í Mikkjali. Og so hevur hann, deiliga óinteressant og stillisliga, sampakkað leikstíl við leikaratilfeingi. Allir hava teir eina krystallklára fatan av hvørjumøðrum og hvussu dystur skal leikast: eitt snilt dystarkonsept at kalla!

Men at AA-oddafiskurin bara akkurát vinnur á Team Klaksvík, sum enn onki stig hevur, sigur ikki sørt um hvussu opið og hultur-til-bultursligt alt er... tað er bara at vóna, at hetta heldur á, tí er tað nakað, H71 elskar, og meistrar!, tá er tað óúthaldbarur spenningur. Hitt, at strúka avstað sum galt tað lívð og gera alt so sera óáhugavert hjá hinum í deildini, er dekan ov ósympatiskt. Enn.

So, vit hittast í Klaksvík leygarkvøldið næsta. Takkað veri industrialismuni ber jú til at koyra. Og takkað veri framburði annars hava vit vegir. So hvat betur enn at koyra til Klaksvíkar at herja á saman við okkara leikarum, sum leveraðu eitt so fyrimyndarligt avrik á Skála fyri tveimum vikum síðani.

Saman í gaman, segði onkur. Og tað ber væl til at gera eitt familjuting burturúr og hiva avkomið á bakseturið. Men tað ger einki, at vit eldru eisini rópa. Og tað vísir seg, ígjøgnum fleiri ár, at svarta viðhaldsfjødlin veksur í vavi og gerst ljódligari fyri árið. Væl meiri harðmælt enn Heima í Hoyvík.


Koyr á H71!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com