fríggjadagur, 4. november 2022

Brendu ov illa og máttu lúta


Skrivað hevur: Hilmar Jan Hansen

Ov lítið fekst burtur úr álopsspælinum í kvøld, tá ið H71 spældi fyrra dystin ímóti serbiska høvuðsstaðarfelagnum, RK Partizan.

Tá ið avtornaði, vann serbiska liðið 27-21, eftir at hava verið á odda 14-10 í hálvleikinum. Men høvdu málkjansirnir verið brúktir betur, kundi úrslitið saktans blivið munandi betri.

 

H71 kom væl í gongd, og ikki minst hevði Alexander Lein Martinsen fleiri góðar bjargingar, so H71 í veruleikanum megnaði at halda seg á odda líka til 22 minuttir vóru farnir. Tá fingu serbarnir eitt glopp í og fóru trý mál framum.

 

Steðgaðu púrasta upp

Trý mál vóru eisini á muni í steðginum, men fyrstu løtuna av seinna hálvleiki brendu okkara menn fýra ferðir og steðgaðu púrasta upp, og ta støðuna útnyttaðu teir í RK Partizan til javnt og samt at økja um leiðsluna upp í 17-11.

 

Eftir hetta var dysturin koppaður, og serbarnir kundu vunnið meira, tí ta einu løtuna vóru teir á odda við níggju málum. Men okkara fingu pyntað um tað ímóti endanum, so “bara” seks mál vóru á muni, tá ið liðugt var.

 

Tey í RK Partizan staðfesta í sínum lagi, at sigurin hevur ført teirra lið nærri áttandapartsfinaluni í EHF Europa Cup-kappingini, men lat okkum nú fyrst síggja, hvussu leikur fer sunnudagin klokkan 17, tá ið seinni dysturin verður spældur niðri í Beograd.

 

H71-RK Partizan 21-27 (11-14)

H71: Rói Ellefsen á Skipagøtu 8, Suni Dalsgaard 3, Tormóður Petursson Djurhuus 2, Baldur Gillason 2, Sveinur Olafsson 2, Rókur Ziskason 2, Sakir Tróndarson Frýdal 1, Jón Rói Mohr Høgnesen 1

RK Partizan: Nikola Zecevic 9, Uros Kojadinovic 7, Ivan Micic 4, Mirko Bacanovic 2, Stefan Petric 2, Aleksa Guduric 1, Aleksandar Prastalo 1, Andrej Trnavac 1



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com