sunnudagur, 4. desember 2022
Spenningurin var í hásæti undan seinna og avgerandi dystinum móti Slavia Praha.
Okkara vóru frá byrjan aftanfyri við tveimum málum, eftir at Slavia Praha høvdu vunnið fyrsta dystin 27-29.
Tað, sum var avgerandi undan dystinum, var, at vit í størri mun fingu sambandið millum málverjan og verjuna at rigga. Samstundis máttu okkara royna at minka um tær teknisku villunar, sum eisini var ein stórur partur av, at okkara taptu fyrra dystin.
Tað lat til at vera ein størri tendring á okkara leikarum frá byrjanini av. Takklingarnar sótu betri, sum við eitt gav Rúnu í málinum betri abreiðssømdir. Hæddin var betri frá byrjan, og vit megnaðu at fáa Slavia Praha st taka nøkur pressaði skot úr torførum støðum.
Samstundis sum verjan kom nógv betri frá byrjan, løgdu vit út við einari væl smurdari kontramaskinu, sum áhaldandi gav Slavia Praha høvuðbrýggj. Hetta gav okkum eina 5-2 leiðslu, og kekkisku kvinnunar vórðu noyddar at taka eitt leikbrá longu eftir at 8 minuttir vóru leiktir.
Dysturin byrjaði at seta meira ferð á eftir hetta. Jana og Marita gingu á odda í álopspartinum, har tað serliga eydnaist Maritu at fáa sent nøkur góð langskot í netið, samstundis sum, at Jana støðugt legði trýst á kekkisku verjuna - við sínum skjóta fótskifti og ágangandi álopsspæli.
Góða gongdin helt fram. Eftir 14 min. vóru okkara á odda 4-8. Tíverri fyri okkara, fingu vit tvær óhepnar útvísingar, sum gjørdu, at munurin dragnaði niður í tvey mál. Eftir 20 min. var støðan 8-13. vvt fingu gagnnýtt okkara yvirtalsstøðu meistarliga, og kastaðu tveir boltar í tómt mál. Samstarvið millum Rúnu í málinum og verjuna riggaði munandi betri teir fyrstu 20 min. Rúna kundi við góðari hjálp frá verjupartinum notera seg fyri 8 bjargingar!
Fyri at venda dystargongdini skiftu Slavia Praha ímillum at skerma Janu og at standa frammi í einari 5-1 verju. Hetta gav okkum trupulleikar í álopspartinum og álopsspælið stagneraði. Hóast vit komu sera væl frá byrjan og vóru á odda við 5 málum eina løtu, komu kekkisku gestinir aftur í aftur. Hálvleikstøðan var 15-14 til H71, so alt var fultkomiliga opið til seinna hálvleik.
Seinni hálvleikur byrjaði, tíverri fyri okkara, eitt sindur sum fyrri endaði. Vit høvdu trupulleikar við at fáa bóltin í netið. Sterka kekkiska verjan fekk betri tak á okkara, og kekkiski málverjin tók fleiri av okkara skotroyndum. Eftir 35 min. løgdu Slavia Praha seg á odda 17-16 og vóru á odda við trimum málum samanlagt. Hóast vit høvdu fleiri møguleikar at koma inn aftur í dystin, vóru vit ikki nóg neyvar, tá ið vit spældu okkum fríar.
Eftir eina torføra byrjan í álopspartinum, helt Jana okkum inni í dystinum, og við fýra málum á rað, legði hon okkum aftur á odda. Eftir 16 min í øðrum hálvleiki, var støðan 20-22 til H71. Tað kom betri glið á álopsspælið hjá okkara nú. Við níggju minuttum eftir at leika, vóru vit á odda 25-22, so okkara førdu samanlagt við einum máli. Jana vísti ferð eftir ferð, hví hon næsta ár skal leika við danska stórfelagnum Viborg.
Samstarvið millum verju og málmann riggaði til fulnar, og Slavia Praha høvdu sera torført við at spæla seg fram til teir stóru møguleikarnar. Serliga vóru slaktararnir hjá okkum i miðverjuni, Lív og Vár, saman við Elsu, óførar at halda kekkum frá málinum.
Við einari krútsterkari verju og nøkrum frálíkum einmansavrikum í álopspartinum, megnaðu vit at hála sigurin í hús. Vit vunnu dystin 29-24 og vunnu samanlagt 56-53. Verjuparurin hjá okkum vísti altjóða klassa, og við Janu á odda í álopsspælinum megnaðu vit at skora tey neyðugu málini at venda tvey máls tapinum frá í gjár. Hóast tað vóru nøkur megnar einstaklinga-avrik, vil eg lýsa hetta sum eitt framúr liðavrik, har vit so sannliga vístu, hvussu gott lið vit hava í ár. Ein sera góð lýsing fyri føroyskan hondbólt, tí hetta var uttan iva eitt sterkt lið okkara megnaðu at tryggja okkum víðari luttøku ímóti. Hetta eigur av sonnum at geva blóð á tonnina, nú vit hava leikt okkkum í kvartfinaluna annað árið upp í slag. Nú verður spennandi at síggja, hvat komandi mótstøðuliðið verður.
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |