leygardagur, 3. desember 2022

Heiðurligt tap í fyrsta dystinum


Tað var stórur spenningur í væntu, tá kvinnurnar hjá okkum skuldu leika evropeiskan hondbólt á heimavølli aftur.

Bæði liðini vunnu seg trygt víðari úr øðrum umfarið í European Cup. Tískil var tað sera áhugavert at síggja, hvussu mótstøðan fór at verða.

 

Tað serliga við hesi kapping, vit luttaka í, hevur verið, at støðið á mótstøðuliðunum kann vera sera misjavnt. Kekkia er ein miðalstór hondbóltstjóð, so vit kundu allar helst vænta okkum harða mótsøðu.

 

Tað kom beinanvegin til sjóndar, at her var talan um eitt sterkt lið. Slavia Praha komu best eisini best frá byrjan og vóru á odda 3-5 eftir 7 min. Serliga høvdu okkara kvinnur torført við at finna tí røttu hæddina í verjupartinum, har Slavia Praha komu alt ov lætt til fríar skotroyndir. H71 royndu at broyta uppá støðuna við at fara fram í eina 5-1 verju, men gjørdi tað tó ikki frægari. Kenslan var, at tað manglaði bæði aggresivitetur og timing í taklingum í verjupartinum hjá okkara, tískil høvdu kekkar eisini skotið 18 mál í fyrra hálvleiki.

 

Tað gekk tó tað betri í álopspartinum hjá okkara. Har megnaðu vit at skjóta 16 mál í fyrra hálvleiki. Tað var við tí serliga eyðkenda mann mann spælinum, at okkara megnaðu at halda okkum inni í dystinum. Bæði Jana og Elsa vóru stinnar at vinna sínar mann mann støður, og harvið skapa órógv í kekkiska verjupartinum. Serliga eydnaðist væl at fáa breitt spælið út, við pressi úr vinstru síðu móti høgru síðu, har vit antin kundu fara ígjøgnum á bakkinum ella vonginum.

 

Tað sum serliga eyðkendi fyrra hálvleik var, at tað blivu skotin nógv mál, so talan var um ein sokallaðan high-score dyst, har liðini bæði høvdu lætt við at koma til góðar møguleikar. Hálvleiksstøðan var 16-18 til Slavia Praha.

 

Tað sást frá byrjan í øðrum hálvleiki, at um vit skuldi gera okkum nakra vón um at vinna hendan dystin, máttu vit fáa betri tak í verjupartinum. Okkara gentur komu út við einum heilt øðrum hugburði, har intesiteturin í verjuspælinum var væl hægri og taklingarnar sótu betri.

 

Hetta gav eisini í størri mun Aldu í málinum betri arbeiðssømdir. Slavia Praha megnaðu tó at varðveita leiðsluna, við at gagnnýta fysiska yvirvágan hjá sterka strikuleikarinum.

 

Okkara gentur høvdu í størri mun funnið renniskógvarnar fram í øðrum hálvleiki og gagnýttu vit okkara eyðkenda skjótleika.

 

Serliga í aðru bylgju vóru okkara dugnaligar at sleppa bóltin víðari í press spælinum, og harvið spæla okkum til stórar málmøguleikar.

 

Eftir 14 min í øðrum hálvleiki komu vit uppá javnt og tað tóktist sum um, at battaríini hjá kekkiska mótstøðuliðinum vóru við at verða fløt.

 

Tíverri fyri okkara, so kom stígur í mál skjótingina, vit brendu ov nógvar møguleikar og kekkiski málverjin byrjaði at taka frá. Tíbetur fyri okkum hevði Alda í málinum nógvar góðar bjargingar, sum gjørdi, at munurin ikki bleiv ov stórur. Eftir vit komu uppá javnt, kom fjáltur í álopspælið og okkara høvdu ein dýran mál turk uppá 8 minuttir.

 

Tíbetur fyri okkum, blivu vit við at standa stinnar í verjupartinum, og at enda við kom meira glið á álopsspælið, har vit fingu minkað um munin niður í tvey mál, so at dysturin endaði 27-29 til Slavia Praha.

 

Talan var um ein dyst við hvør sínum hálvleiki, har serliga álopsparturin eyðkendi fyrra hálvleik við nógvum málum og høgum intesiteti í álopspartinum. Harafturímóti var annar hálvleikur í størri mun eyðkendur av góðum málverjum, sum byrjaðu at taka bóltar við betri hjálp frá verjupartinum.

 

Kenna vit okkara kvinnur rætt, so eru tær ikki heilt nøgdar við hetta úrsliti, tí hetta er eitt lið vit hava góðar møguleikar ímóti. Alt er framvegis opið til næsta dyst, sum verður leiktur í høllini á Hálsi sunnudagin 4/12 kl 20.00. Vit vilja heita á allar áskoðarar at koma í høllina at stuðla okkara kvinnum til avgerandi dystin í morgin.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Petur Skeel Dahl   210135 PeturSD@Olivant.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com