týsdagur, 20. desember 2022

Báðir dystirnir á útivølli


Kvinnurnar hjá H71 spæla báðar dystirnar í Evropa Cup á útivølli í La Guardia, Spania.

Tað er nú greitt, nú H71 og spanska felagið Club Balonman Atletico Guardes eru komin ásamt um at spæla báðar dystirnar í European Cup kappingini í Spania.


Hetta var tann fíggjarliga skilabesta avtalan, og hóast vit altíð fyrst og fremmst ynskja at spæla heima, so mugu vit taka fíggjarlig atlit í sambandi við okkara altjóða luttøku.


H71 spældi seg í áttandapartsfinaluna 4. desember, tá okkara kvinnur við einari krútsterkari verju og nøkrum frálíkum einmansavrikum í álopspartinum megnaðu  at hála sigurin í hús. Vit vunnu seinna dystin 29-24 og vunnu samanlagt 56-53.

 

Verjuparturin hjá okkum vísti altjóða klassa, og við Janu á odda í álopsspælinum megnaðu vit at skora tey neyðugu málini og at venda tvey-máls tapinum frá fyrra dystinum.

 

Dysturin sum tryggjaði okkum víðari luttøku, var fyrst og fremst eitt framúr liðavrik, og spennandi verður, hvat vit fara at megnað móti spanska liðnum.Vónirnar eru góðar, og liðið hjá okkum er longu farið í holt við at fyrireika seg saman við nýggja venjaratoyminum Simon Olsen og Djóna Gaard Joensen. Alexander Lein Martinsen heldur fram sum málverjavenjari hjá kvinnunum.


Fyrri dysturin verður spældur leygarkvøldið 14. januar klokkan 18:00 og seinni dysturin 15. januar, eisini klokkan 18:00.

Væntandi verða dystirnir stroymdir. Nærri kunning um hetta kemur á heimasíðuna.


Kvinnurnar fara úr Føroyum 12. januar og eru heima aftur 16. januar.
 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com