17. oktober 2013

H71 í Klaksvík


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Mynd: Dávur Winther á klaksvik.fo

Ger ikki sum Agga - far avstað í góðari tíð!

Leygarkvøldið kl. 18 spælir H71 í Badmintonhøllini í Klaksvík. (Tað er handa snøgga høllin við síðuna av hinari høllini). Fyri tey, ið bert hava verið heilt har norðuri eina ferð síðani 1967, tá skjóti eg upp, at tit ikki gera sum eg, men koyra úr 188 í góðari tíð.

Tí inntil eg endaði í H71, var eg sjálvur sjáldsamur gestur í hesum næststørsta býi í Føroyum. Vissuliga, eg sá ikki so mikið sum Húkin fyri berari konsentrasjón, sum eg royndi at miða meg inn á ein miðbý, hvar eg hevði fingið at vita, samlaða stadion-kompleksið hjá klaksvíkingum var.

Og Jórunsa? Jú, eg gjørdi mítt ítarsta at bera eyga við hesa totaluppliving av einum bakaríi. Hugsanin var, at eg kanska kundi multitaska á veg inn í býin: at samtíðis sum eg royndi finna høllina, har avkomið skuldi spæla, hevði verið óført at funnið Jórunsa bakarí... hjá mær, í onkrari pausu, at vitja hetta fenomen, og kanska ein kaffimunn eisini. Men til fánýtis.

Óansæð, kulturell hápunkt til viks. Tí tá ið eg--totalt arrogant!--koyrdi úr tí mentanarbletti, ið er Eysturbýurin, so seint sum hálvanannan tíma fyri dystarbyrjan til hasa høllina beint við síðuna av, KÍ-høllin at navni, endaði eg á Bumshamarsvegi.

Penur vegur, bestemt, men ikki ætlingarstaðurin, ikki upprunaliga ferðamálið. Og tá ið eg eri ov erpin at gera mær dælt av gps-arum, onkrum manni ella konu, ið skal fortelja mær, hvar eg skal koyra, og eisini ov treiskur at spyrja um ráð og beinleiðing frá teim lokalu, kom eg ov seint. Men eg kláraði tað uttan hjálp.

Eg dagaði tó eitt annað hápunkt av menanarligum dámi á mínum óplanløgdu roadtrip. Hasar damufrisyrurnar. Eg havi altíð verið sera... hugtikin av teimum: tit vita, hatta kantuta lookið ella hárskurðurin við einum, oftani, ekstremum liti til eitt alt ov bleikt ella ófullført andlitsbrá. Fantastiskt.

Aftur til hondbóltin. Tí tað er óluksáliga umráðandi, at nógv H71 viðhaldsfólk, veruligir fjepparir, fara til Klaksvíkar at stuðla liðinum. So, um nøkulunda gongufør, tá hittast vit í Klaksvík, gjarna áðrenn dystarbyrjan:)



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo