leygardagur, 15. apríl 2023

Seinna hálvfinalan hjá monnunum


Í kvøld, leygarkvøld 15. apríl 2023 kl. 18, leikar fremsta mansliðið hjá H71 seinna hálvfinaludystin móti Neistanum í Hoyvíkshøllini.

Fyrsta hálvfinalan var fyrr í vikuni, og vannn Neistin hesa. Altavgerandi er tí, at H71 vinnur henda dyst, skulu teir varveita vónina um aftur í ár at taka lut í FM - finaluni í BURN deildini hjá monnum.

 

Skulu vit vinna leygardagin, so er mest avgerandi av øllum, at vit øll hoyvíkingar fara av húsum og leita okkum í Hoyvíkshøllina leygarkvøldið fyri at eyggja leikarum okkara til sigurs.

 

Skulu vit fáa ta viðgongd, ið krevst slíkar dystir, so er neyðugt, at áskoðarafjøld er til at halda leikarum okkara til og bera teir fram tyngru løturnar, so flog aftur kemur á.

 

Í seinastu 11 FM-finalunum í mansdeildini hevur H71 verið annar parturin í finaluni. Bara í 2014 vóru vit ikki við. Men vónandi kemur ikki stígur í hesa annars so jaligu gongd hjá mansliði okkara í fremstu deildini.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com