týsdagur, 9. mai 2023
Myndir: Álvur Haraldsen / in.fo
Leygardagin vunnu H71-kvinnur í fullari Hoyvíkshøll triðju og avgerandi finaluna í lanskappingini á Kyndli við tepra málmuninum 25 - 24.
Og harvið var tað veruleiki, at kvinnurnar høvdu vunnið føroyameistaraheitið annað árið á rað.
Samstundis varð staðfest, at H71 eisini á fyrsta sinni er greipuvinnari í søguni hjá kvinnuhondbólti felagsins. Tær vunnu nevniliga fyrr í ár steypakappingina, tá við finalusigri - eisini á Kyndli - við málmuninum 31 - 27.
Í lands- og steypakappingini hava tær bert mist trý stig. Tær vunnu grundspælið við bert at missa eitt stig og við einum samlaðum málmuni á 234 mál. Tað gevur ein gjøgnumskurðsmálmun fyri teir 20 vunnu dystirnar á heili 11 mál - klassi. So einki er at taka seg aftur í, at tær veruliga hava verið burturúr suvirenar.
Spæl teirra hevur verið gott, bæði í álopi og verju, - ja til tíðir suplimt - men tað, sum ein kanska einamest hevur verið hugtikin av, tað er tann ófatiligi stríðsvilji, ið hevur ligið í hvørjum leikara. Ja, tær hava av innasta huga ynskt at vinna hvønn dyst og hvønn leik í dystunum. Tað hevur ikki bara verið viðrák, minni enn so. Men hóast karmarnir vóru nakað ótryggir eini løtuna fram ímóti jólum í fjør, so lótu leikararnir seg á ongan hátt nerva av hesum á leikvøllum, líkamikið um leikt varð í Føroyum ella úti í heimi.
Byrjaði illa
Venda vit aftur til triðju og avgerandi finaluna landskappingini, leikt varð í Hoyvíkshøllini leygardagin, so stóð einki til eini løtuna í fyrra hálvleiki í dystinum.
Dysturin byrjaði nøkunlunda javnt, har báðar verjurnar stóðu seg væl. Men eftir at 5 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki, tóku kyndilsgentur dik á seg, og eftir lítlari løtu vóru tær á odda við heili 15 - 7. Tær vóru væl leiddar av oddvitanum Turið Arge Samuelsen, ið hevur verið ein einmansherður fyri Kyndil hetta leikár.
Men í hesi støðu prógvaðu hoyvíkskvinnur enn einaferð, hvør stiril er í teimum. So eftir at hava umskipað seg nakað og við at mansverja Turið Arge Samuelsen tóku hoyvíksgentur seg inn aftur á Kyndil, og umleið 10 minuttir inn í seinna hálvleik legði H71 seg á odda 18 - 17.
Restina av dystinum leikaði javnt á, og tað var ikki fyrr enn í evstu løtu, at H71 fekk tryggjað sær sigurin við einum máli omaná.
Ein sera spennnandi og nervpirrandi løta, ið sjálvsagt gjørdi sigurin enn søtari, tá av var tornað og sigurin var komin í hús.
Fleiri myndir frá triðja finaludystinum eru her:
* in.fo
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |