hósdagur, 11. mai 2023

H71 takkar Simon fyri tíðina


Skrivað hevur: Sára Jógvansdóttir

Bara hesi fáu árini, ið eg havi verið her, er størri orka løgd í menningararbeiðið, og framgongdin er týðilig, sigur Simon Olsen, sum nú fer til Danmarkar at venja Randers Håndboldklub.

Í 2020 fór Simon Olsen við konu og trimum børnum umborð á flogfarið við kós móti Føroyum. Nú takkar hann fyri seg, og hann fer av landinum aftur við fleiri gullheiðursmerkjum, vinarbondum og upplivingum í viðførinum.


- Eg eri sera takksamur fyri hesi trý árini í Føroyum. Tá ið eg hyggi aftur á tey, má eg siga, at hetta hava verið nøkur av teimum bestu árunum í mínum lívi, og familjan hevur stórtrivist her.


Tað sigur Simon Olsen, sum nú fer undir endaspurtin sum venjari hjá H71 monnum og kvinnum. Tá ið nú 29 ára gamli danin kom til Føroya, visti hann ikki, hvat hann skuldi vænta. Korona var farið at ganga, og av somu orsøk var ikki møguligt at koma til Føroya at kanna umstøðurnar, áðrenn hann skuldi taka støðu til, um hann skuldi taka við starvinum.


- Eg hevði sera gott samskifti við Onnu Dam og fekk boðið fulltíðarstarv við ábyrgd av monnunum, og somuleiðis ein leiklut í at menna barna- og ungdómsdeildina hjá H71. Eg sá møguleikan sum eina spennandi avbjóðing, og eitt gott fet á leiðini sum venjari, greiðir Simon frá.

 

Gull og aftur gull

Liðini hjá Simon Olsen hava vunnið nógv undir hansara leiðslu, bæði í barna- og ungdómsdeildunum og í vaksnamannadeildunum. Menninirnir hava vunnið allar tríggjar steypafinalurnar, síðan Simon gjørdist venjari, og teir hava eisini verið í báðum FM-finalunum. Í fjør vann H71 føroyameistaraheitið, og venjarin ætlar at endurtaka bragdið í ár.


- Nú gleði eg meg til at fáa tann best møguliga endan við H71, sigur Simon, sum nú fer undir hálvfinalurnar við bæði kvinnum og monnum.


Í ár hevur Simon Olsen eisini havt ábyrgdina av H71-kvinnunum, sum m.a. hava verið í Spania og spælt Evropa Cup, hava vunnið steypakappingina og eru favorittar at vinna FM. Tað kann ikki sigast annað enn, at tað hevur hilnast framúr væl hjá honum.


- Kvinnurnar hjá H71 eru einanstandandi dugnaligar á hvør sínum øki og eisini sum lið, so tað hevur verið ein fragd at vant tær í ár saman við Djóna Gaard Joensen. Tað einasta, sum nívir meg er, at vit ikki spældu okkum víðari í Evropa Cup, men Guarde, sum vit møttu, eru nú eru í finaluni, greiðir venjarin frá.

 

Børnini tosa flótandi føroysk

Simon Olsen er ikki bara hondbóltsvenjari, men eisini familjupápi. Hann og konan, Sanne, eiga tveir synir og eina dóttir. Dóttirin var lítil, tá ið tey komu til Føroya.

 

- Okkara dreingir, Malthe og Theo, lærdu føroyskt rímiliga skjótt og tosa málið flótandi í dag. Dóttirin Vilde er uppvaksin við tveimum málum, men hon brúkar fyri tað mesta føroysk orð, sigur Simon flennandi, sum ikki sjálvur dugir føroyskt.


Børnini hava fingið nógv vinfólk í Hoyvík, so tað er við blandaðum kenslum, at tíðin í Føroyum nú skjótt er av.


- Børnini fara uttan iva at sakna vinfólkini, og kanska serliga tað frælsi, sum tað er at búgva í Føroyum, har børnini bara fara á gátt hjá hvør øðrum, uttan at tað skal avtalast frammanundan. Hóast familjan nú fer aftur til Danmarkar, væntar Simon, at tey fara ofta at ferðast í Føroyum í framtíðini.


- Vit hava fingið vinfólk fyri lívið. Vit gjørdust beinanvegin partur av H71 og felagslívinum í Hoyvík. Eg minnist, at bara stutta tíð eftir at vit vóru komin til Føroya, vórðu vit boðin í ein føðingardag. Fólkini rundan um okkum gjørdu, at tað var sera lætt at fella til, og vit fara uttan iva at varðveita sambandið.

 

Hugtikin av hondbóltsHoyvík

Simon Olsen hevur nógv góð orð at bera stóru H71-familjuni, sum hevur verið hansara gerandisdagur í trý ár.


- Eg eri hugtikin av øllum teimum sjálvbodnu, sum gera ein mun. Eg eri hugtikin av felagnum, har tað er so stórur felagsskapur og gott samanhald, og eg eri hugtikin av teimum ágrýtnu spælarunum frá teimum elstu til tey yngstu. Og tað eru nógv børn í høllini uttan fyri teirra venjingartímar, sum royna at “stjala“ hvønn einasta fría sentimetur til at spæla hondbólt. Tað er bæði hugkveikandi og feitt!

 

Stór menning

Simon Olsen hevur eisini verið landsliðsvenjari hjá 04kvinnum seinastu tvey árini, sum í fjør var við til HM-endaspælið í Norðurmakedonia fyri U18-landslið. Landsliðið kláraði seg væl og endaði nummar 19 av 32 londum. Føroyar spældu sjey dystir og vunnu fýra teirra. Hóast Simon flytir av landinum, heldur hann fram sum venjari hjá hesum árgangi í eina tíð afturat, tí liðið skal vera við í W19 Championship í Litava í summar.


- Avtalan við hondbóltssambandið gongur út eftir kappingina og so fáa vit at síggja, hvat hendir eftir tað. Fyri meg er tað ein stór æra at vera landsliðvenjari. Tú arbeiðir við dugnaligum ungum leikarum og ert við í menningini, og so fylgja eisini nógvar upplivingar við starvinum. Tað er ein rívandi menning, sum fer fram í landsliðshøpi.


Venjarin heldur, at hann eisini hevur sæð eina framgongd úti í feløgunum kring landið hesi seinastu trý ári.

 

- Tað hevur verið áhugavert at fylgt við hesari menningini, sum er farin fram og framvegis fer fram, ikki bara á landsliðunum, men eisini úti í feløgunum. Eg havi lagt til merkis, at bara hesi fáu árini, ið eg havi verið her, er størri orka løgd í menningararbeiðið, og framgongdin er týðilig.

 

Nýggj avbjóðing

Eftir kappingarenda fer venjarin aftur til Danmarkar, har hann skal standa á odda fyri Randers Håndboldklub, sum er farið í holt við at byggja kvinnuliðið uppaftur, eftir at felagið fór á húsagang í
fjør.


- Tíðin í H71 hevur gjørt, at eg eri vorðin ein betri venjari og hevur givið mær eina rúgvu av royndum, serliga tí, at vit hava verið í nógvum finalum, og ikki at gloyma spælt evropeiskar dystir.


Eg havi somuleiðis verið so heppin at samstarva við nógv ymisk fólk, sum hava givið íblástur til spælið og samanhaldið, sigur Simon at enda.

 

H71 takkar Simon Olsen fyri stóra arbeiðið, sum hann hevur gjørt fyri H71 og ynskja honum og familjuni blíðan byrð.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Petur Skeel Dahl   210135 PeturSD@Olivant.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com