týsdagur, 16. mai 2023

Fjórði finaludysturin mikukvøldið


- og nýtt venjaratoymi verður avdúkað.

Tað verður spennandi í Hoyvíkshøllin í annaðkvøld, mikukvøldið.

Klokkan 19:30 skula menninir hjá okkum spæla 4. finaludystin um føroyameistaraheitið 2022/23.

 

Klokkan 18 byrjar upphitingin í Hoyvíkshøllini, andlitsmáling, okkurt at eta og okkurt at drekka.

 

Støðan

Fyrsta finaludystin vann VÍF 30-26

Næsta dystin vann H71 28-21

Triðja dystin vann H71 eisini, 31-28

 

Í finaluumførunum telja bara vunnir dystir.

Ikki nakar málmunur, vunnin mál ella nakað.

 

Og vinna vit hendan fjórða finaludystin, so eru vit meistarar!

 

Tapa vit, so verður ein fimti og avgerandi finaludystur leygarkvøldið 20. mai klokkan 18 í Vestmanna.

 

Tað kundi í og fyri seg verið áhugavert - hugsa tær: at vinna dystin leygarkvøldið - í Vestmanna - á sjálvum bátafestivalinum :)

 

Nýtt venjaratoymi

Klokkan 18:45 - altso mikukvøldið beint undan dystinum  - verður nýggja venjaratoymið hjá kvinnum og monnum avdúkað.

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com