mikudagur, 24. mai 2023

Greipuvinnarar bæði hjá kvinnum og monnum


Nú kappingarárið 2022/23 er lokið, so standa bæði fremsta kvinnulið og fremsta mansliðið hjá H71 ovast á sigurstrónuni, bæði í landskappingini og í steypakappingini.

 

Soleiðis í sama felagi at vinna greipuna bæði hjá kvinnum og hjá monnum er eitt bragd, ið einki felag í nakrari liðavriks-ítróttargrein her á landi áður hevur gjørt okkum eftir.

 

Heilt einastandandi.

Hetta lá sanniliga ikki í kortunum, tá vit fóru undir kappingarárið í fjørheyst.

 

Gamaní, kvinnulið okkara hevur frá ársbyrjan verið favorittur til at vinna bæði lands- og steypakappingina og hava heldur ikki mist nógv stig yvirhøvur alt kappingarárið. Men hóast tað, so hevur kappingarárið hjá kvinnunum ikki bara verið ein dansur á rósum.

 

Kvinnurnar hava sanniliga haft sínar avbjóðingar, bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin. Men tær hava sum ein samlaður hópur á fyrimyndarligan hátt vunnið á teimum og kunnu tí ernar lyfta greipuna um høvur á fult uppibornan hátt.

 

Hjá monnunum vóru avbjóðingarnar stórar frá fyrsta bríksli í kappingarárinum.

 

Menninir vunnu eisini greipuna í fjør, men at kalla alt liðið var antin blivið selt av landinum ella skatt, tá árið byrjaði. Og tí bleiv byrjað á at kalla berum botni hjá monnunum. Men enn einaferð hevur H71-maskinan víst, hvør dugur er í henni. Og  við miðsavnaðum arbeiði frá venjaratoyminum við Simon Olsen á odda er eydnast at skapa eitt lið, sum avgjørt var best - bæði í landskappingini og í steypakappingini og sum fult uppiborið hevur borið okkum greipuna enn einaferð til Hoyvíkar, triðja ferðin seinastu seks árini.

 

Kongar.


Við hesum orðum vil faldarin enn einaferð heilsa øllum H71 viðhaldsfólki og takka fyri eitt framúr leikár.

 

 

 

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com