mánadagur, 19. juni 2023

Venjaraskifti hjá H71 monnum og nýggjur ítróttarligur leiðari hjá H71


Komandi kappingarár koma Mark Lausen-Marcher og Djóni Gaard Joensen sum venjarar at hava ábyrgdina av H71 monnum saman við Ára E. Dam sum málverjavenjara og Hera Ziska sum kropsligum venjara.

 

 

 


Mark Lausen-Marcher er útbúgvin “divisiónsvenjari”, og Djóni Gaard Joensen er í holt við somu útbúgving, sum verður lokin seinri í ár.

 

Mark hevur drúgvar venjara royndir sum landsliðsvenjari og sum venjari hjá monnum og kvinnum hjá H71.

 

Djóni Gaard Joensen hevur í nógv ár verið ungdómsvenjari í H71 eins og hann seinasta kappingarár, saman við Simon Olsen, hevur havt ábyrgdina av bæði kvinnum og monnum hjá H71. Djóni hevur eisini verið  landliðsvenjari hjá U 04 landsliðnum, sum fekk frálík úrslit í Montenegro seinasta ár og sum aftur í ár skulu royna seg í HM endaspæli í Kroatia í summar.

 

Djóni Gaard Joensen kemur at starvast fulla tíð hjá H71, og hann kemur at verða ítróttarligur leiðari og samskipari hjá H71 umframt, at hann eisini kemur at venja ungdóm komandi kappingarár.

 

Nevndin í H71 er sera væl nøgd við at hava fingið fólk, sum hava verið knýtt at felagnum í nógv ár at hava ábyrgdina í komandi árið og ynskja toyminum blíðan byr.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com