týsdagur, 9. januar 2024

Dreingir 14 hjá H71 spæla vinardystir í Berlin


Skipað er fyri trimum vinardystum móti týskum liðum í sama árgangi, meðan EM í manshondbólti fer fram í Berlin.

Í sambandi við at føroyska A- landsliðið hjá monnum á fyrsta sinni luttekur í EM endaspæli í hondbólti í Berlin nú í januar 2024, fara hópin av føroyskum fjepparum avstað at stuðla hondbólthetjunum, sum vónandi fara fáa nøkur góð úrslit.

 

Í fjepparskarðanum teljast teir flestu dreingir-14-leikararnir hjá H71, og eftirsum nóg nógvir dreingir eru til at manna lið, og nógmikið av tíð er millum dystirnar hjá landsliðnum, upprann hugskotið, um tað mundi bera til at skipa fyri nøkrum vinardystum móti týskum liðum.

 

Foreldur tóku samband við HV Berlin (Handball Verband Berlin) og greiddu frá hugskotinum. HV Berlin lá ikki leingi á boðunum og svaraði longu dagin eftir, at umbønin var send, at tey vóru áhugaði at skipa fyri vinardystum móti H71.

 

Samband varð tikið til trý feløg, sum liggja ovast á stigatalvuni í sínum aldurbólki, og takkaðu tey ja. Soleiðis er tað komið í lag, at D14 skulu spæla tríggjar dystir ímóti javnaldrandi á sama støði - fríggjadagin 12. januar, leygardagin 13. januar og sunnudagin 14. januar móti ávíkavist Füche Berlin, Pfeffersport og SG OSF Berlin.

 

Djóni Gaard Joensen er venjari.

 

Vónandi fáa dreingirnir nakrar góðar upplivingar og knýta vinarbond.

 

Dystaryvirlit

*Fríggjadagin 12. januar
Klokkan 15.30: Füche Berlin - H71
Høll: Füche Town, Lilli-Henoch-Halle

 

*Leygardagin 13. januar
Klokkan 13.00: Pfeffersport - H71
Høll: Sporthalle OSZ

 

*Sunnudagin 14. januar
Klokkan 15.00: SG OSF Berlin - H71
Høll: Louis Zobel Sporthalle

 

Møtið fjølment og stuðlið okkara dreingjum🤩🖤💪🏻

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com