sunnudagur, 2. desember 2012
H71 - StÍF: 22 - 20 (9 - 12)
Ein hevði líkasum væntað at H71-liðið vildi vera topp-motiverað, og levera ein brand innsats, nú hesi týdningarmiklu stigini skuldu fáast í stigapottin, og plássið sum finalubiðlar skuldi varðveitast, men soleiðis var tað ikki. H71 leveraði júst akkurát, men heldur ikki meiri enn tað. Ein nágreiniliga avmáldur innsatsur gav tvey stig og ikki sørt av spenningi fyri áskoðaran, men ikki hondbóltsspæl fyri tann kræsna.
Strandingarnir løgdu seg framum beinanveg, og vóru greitt frammanfyri allan fyrra hálvleik. Í fyrstani bara eitt og tvey mál frammanfyri, men eina góða løtu inni í dystinum vóru heili fimm mál á muni. Eftir eitt væl tiltrongt timeout, styttist eitt sindur millum liðini, men munurin var trý mál við hálvleik, 12-9 til StÍF. Teir vóru tað betur. Verjan hjá okkum var sum ein opnahjallur og riggaði alt ov illa, og álopið var heldur onki at tosa um, níggju mál í 30 min. er sigandi í sær sjálvum.
Tíbetur, gekk júst sum vóna, at menn høvdu fingið realitetssansin justeraðan, og at aðrir bollar skuldu í súpanina. Verjan var nú munandi meiri avgjørd og bit var nú brádliga í álopinum. Tá júst 10 min. vóru farnir av seinna hálvleiki var javnt 14-14, og síðan fóru vit framum við teimum málum, og vit hildu at nú var sloppið. Men so var ikki, liðini stríddust nú um leiðsluna í einar 10 min., áðrenn tað eydnaðist H71 at leggja seg framum og halda leiðsluna dystin út.
Seinastu løtuna spentu strandingarnir seg út í eini síðstu roynd at fáa tað eina stigi, men álopini blivu ov skjót og neyvleikin var ikki longur tann sami, og tíðin rann undan. H71 vann við tveimum málum 22-20.
Sjálvt um vit vinna, so manglar nakað í enn til at fáa spælið at koyra orduliga. Vit hava sæð gott spæl fyrr í ár, so tit hava tað har onkustaðni, tað er bara um at finna tað framaftur. Tað skal nokk koma.
Dagsins maður í dag var avgjørt Ári í málinum, hann tók hópin av bóltum, og bjargaði okkum í veruleikanum tey bæði stigini í dag.
Annars valdu gestirnir at mansverja Bogdan frá byrjan. Hetta eydnaðist væl hjá strandingum, tí Bogdani eydnaðis “bert” at skjóta tvey mál, og tað var uppá brotskast. So avgjørd var mansverjan, at sjálvt tá StÌF vóru ein minni á vøllinum, valdu teir kortuni at halda mansverjuna.
Í hinum endanum stóð (okkara góði gamli) Levi, og hann mundi kosta okkum dýrt, eisini hann stóð ein góðan dyst.
Dómaraseðil
4. september
29. august
27. juni
11. mai
10. mai
9. mai
18. apríl
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Ábyrgd av heimasíðu | ||||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo |