hósdagur, 8. mai 2025

Kappingárið hjá monnunum er liðugt – steypagull og FM silvur


Skrivað hevur: Tormóður P. Djurhuus

Myndir: Portal.Fo / Sverri Egholm

Menninir fullu á greipu-gáttini.

 

Høllin á Hálsi var á gosi, tá ið Kyndil og H71 møttust í ársins fimtu og avgerandi FM-finalu.

 

Kyndil tók fyrstu tøkini. Hoyvíkingar høvdu ilt við at fáa glið á spælið, og skuldu tað ganga næstan sjey minuttir, áðrenn gestirnir funnu netið. Í hinum endanum eydnaðust hoyvíkingar sum heild væl við at trýsta teir grønu, men vóru vertirnir eirindaleysir, tá ið teir hómaðu glottar.

 

Kyndil tók eina skjóta trýmáls leiðslu, 3-0, men so kom vend í.

 

Verjan gekk á odda og trýsti Kyndil til villur og keðiligar skotstøður, sum so eisini gav hoyvíkingum møguleika at seta ferð á hinvegin. Villur darvaðu sum heild báðum pørtum í tí skipaða álopsspælinum fyrstu løtuna, sum eisini ber vitni um truplu karmarnar, ið verjurnar skaptu.

 

Hoyvíkingar fingu munandi betri glið á eftir hetta og byrjaðu at skapa op í stinnu kyndilsverjuni. Jákup Egholm gekk á odda hjá gestunum, og skeyt hann trý tey fyrstu málini hjá H71.

 

H71 megnaði at draga leiðsluna hjá vertunum inn, áðrenn hoyvíkingar síðan løgdu seg á odda. Tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var støðan 4-5 til H71.

 

Verjurnar hildu fram at seta dagsskránna. Hoyvíksverjan saman við einum árvaknum Tóraldi Kollsker stóð framhaldandi stinn ímóti atsóknunum hjá vertunum.

 

Í hinum endanum steðgaðu hoyvíkingar tó upp. Kyndilsverjan eydnaðist væl við at darva spælinum hjá H71, sum aldrin kom heilt upp í ferð. Spælið var eisini merkt av villum hesa løtuna, og funnu hoyvíkingar ongantíð reiðiliga stevið.

 

Tá ið liðini fóru til hálvleiks, vóru vertirnir á odda við einum, 10-9 til Kyndil.

 

Kyndil kom best frá byrjan eftir steðgin. Hoyvíkingar spældu annars sera væl hesa løtuna, hóast onkrar villur argaðu. Spælið hjá H71 var skjótt og ágangandi, og komu gestirnir eisini til fríar skotstøður ferð eftir ferð. Neyvleikin manglaði tó í flestu førunum, og misnýttu hoyvíkingar eitt ótal av góðum skotstøðum.

 

Í hinum endanum var søgan øvut. Hoyvíksverjan stóð sum heild væl, og megnaði Kyndil ikki at spæla seg til serliga fríar støður í flestu førum. Vertirnir eydnaðust tó sera væl við sínum skotum úr frástøðu, og fóru teir at draga frá.

 

Tá ið fimtan minuttir restaðu í, høvdu vertirnir lagt seg á odda við fýra málum, 17-13 til Kyndil.

 

Hoyvíkingar fóru um hetta mundi at spæla við sjey leikarum í álopinum, og gav hetta úrtøku alt fyri eitt. Spælið var tolið og skynsamt, og funnu hoyvíkingar góðar loysnir. Við Jákupi Egholm á odda, ið skeyt fimm av næstu seks málunum hjá gestunum, fekk H71 gongd á málskjótingina aftur.

 

Í hinum endanum fingu gestirnir framhaldandi trýst vertirnar, og fóru hoyvíkingar at draga inn aftur.

 

Tá ið smáir átta minuttir restaðu í, vóru tað bert tvey mál, ið skiltu partarnar, 21-19 til Kyndil.

 

Hoyvíkingar hildu áfram at trýsta, tað sum var eftir, og komu eisini í trimum førum niður á eitt mál, men síðsta og útjavnandi málið kom aldrin.

 

Kyndil vann at enda 24-23, og gjørdist Kyndil sostatt føroyameistari.

 

Málskjúttar hjá H71:

Jákup Egholm (9), Høgni Heinason (4), Brian Slyne (4), Jón R. M. Høgnesen (3), Helgi H. Hoydal (2) og Rókur Ziskason.

Eftir er bara at ynskja Kyndil til lukku við føroyameistaraheitinum og at takka øllum fyri eitt langt og gott kappingarár hjá monnunum.

 

Dómaraseðilin kanst tú síggja her.

 

Fleiri myndir frá dystinum eru her:

Portal.Fo (Sverri Egholm)

In.fo  (Álvur Haradsen)

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Petur Skeel Dahl   210135 PeturSD@Olivant.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com