hósdagur, 31. oktober 2013

1. venjarafundur við Oliver


Mikukvøldið var fyrsti venjarafundur við Flemming Oliver Jensen, nýsetta hondbóltsmennara felagsins.

Fleiri eru í væntu, og er tað millum annað við hesum, at vit vilja venja okkara venjarar. Sum Oliver eisini so væl greiddi frá, sær sum heild gott út, og venjarastaburin ger eitt gedigent arbeiði. Gleði og ídni um venjarasetningin valdar.

Fyri tað eru ábøtur. Hann greiddi frá, hvussu hann saman við nevnd ætlar, at venjarahópurin skal brúka hann. Ella, sum hann tók til: "Misbrug mig!" Altso, tað er um at brúka seg í ovurmát. Hann er komin til tað sama.

Hann, um nakar, er ein vitanarbanki, og tað er bara at fara í dialog og taka ímóti ráðum. Oliver kemur at leggja lag á og vísa á, hvar vit best og mest haldbært kunnu gera fyri at hækka um venjignarstøðið.

Sum avtalað kemur hann út til allar aldursbólkar, og í roterandi skeiðum verður venjingin intensiverað fyri hesar. Skema er fyri hesum.

Aðramáta, hvat allari venjing viðvíkur, er tað eginliga um at gera sær greitt, hvat endamálið við hvørjari venjing, og venjing í venjingini, er fyri. Tú mást sum venjari vita, hví tú gert tað, tú gert.

Tað ger onki, at venjingin er stuttlig, men repetitiv venjing, serliga tá ið tað kemur til verjuspæl og -struktur, er eisini góð, fyri ikki at siga neyðug. Hetta kann longu byrja í u10, og er tað eginliga ein spurningur um at vera førur fyri at taka ímóti vælmeinandi og gevandi harraboðum.

Vit takka fyri góðu uppmøtingina samtíðis sum vit heita á, at allir venjarar og hjálparvenjarar í øllum aldursbólkum møta til hesar regluligu venjarafundir--ongantíð meiri enn nú.

Takk fyri góðan fund!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com