leygardagur, 2. november 2013

SUPER-SUNNUDAGUR Í HOYVÍK


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Í morgin, á almenna hvílidegnum, verður dystur í Hoyvíkshøllini.

Vit rokna við einum spennandi dysti, tí hetta H71-liðið kann tapa á øllum, men so sanniliga eisini vinna á øllum.

KÍFarnir eru raskir. Tað vita teir øgiliga væl av sjálvir. Men tað kunnu vit eisini vera. Tað snýr seg tí fyrst og fremst um at matcha teirra arbeiðsvilja og vinnaratrúgv, tí tekniskt standa vit føroyameistarunum kurl. So bestemt.

Tað snýr seg um at renna aftur at hindra mótálopum. Hesi koma sum úrslit av óskikkaðum avslutningum og seinnameiri mótálopum. Støðga hesum, og teir eru munandi skerdir. Í Selvig hava teir ein óføran avsluttara, og stillar tú teg rætt í mun til Andreas Nielsen, eins og vit gjørdu á Skála ímóti Sveini Justinussen (ein væl finurligari og ómasutari leikari), tá er nógv vunnið... longu har.

Bersøgin verja, skilagóðar kommandoir tvørturígjøgnum dystin, er ynskilig. Tit duga at verja, so tað er bara at spíla tykkum út. Njótið spælið og tað, at spæla fyri tykkara alt vaksandi heimafjøld.
Og skuldi tað so verið tað, at onki spurdist burturúr, íðan, tá gerst ikki við. Vit krevja bara ein total-innsats. Og tá ið tú veitir totalt, tá ber nógv til. Tað er bara tað.

Vinna vit, tá super; um ikki, tá, nei, ikki super, men solongi neyðugt ídni, stríðsvilji og miðvísi hevur merkt okkara avrik, tá er tað ókey. Enn er alt at vinna, serliga tá ið øll kunnu taka stig frá øllum. Vit í H71 byrja vanliga dekan linliga fyri síðani at vera 'there or thereabout', tá ið kappingarárið er um at enda.

Koyr á H71, koyr á!!!!!!!!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com