mánadagur, 4. november 2013
Morgunmaturin í morgun smakkaði øðrvísi væl.
Ókey, átið sjálvt var tað sama sum fríggjamorgunin, ristað rugbreyð við peanut-butter ella gulum súltutoyi, men eg kundi ikki lata vera við at smírast býtt, sum vit øll sótu har við morgunmatarborðið í morgun, Glaði mánamorgun.
So, vit fingu ein sigur, og tað á heimavølli. Og tað á kollfirðingum, og tað enntá uppiborið.
Um vit ótu teir til morgunmat--eins og vit plagdu at gera? Ikki rættiliga. Til tað var ov nógvur spenningur kortini.
Men um hoyvíkingar ikki gjørdu tað, tá gjørdi Bogdan Florea tað, sum hann syfti eina kanónkúlu fyri og aðra eftir framvið ein, so hvørt, fullstendiga forvirraðan málmann í KÍF-málinum.
Eg tók meg í at rópa "nei, Bogdan, nei, for smelti, Bogdan, ikki harútifrá"... fyri síðani at standa so nevsligin eftir enn eina skoring. Alt fór inn!
Hetta var óført, og tað má vera langtsíðani, at nakar hevur skorað heili 17 mál í AA-dysti, og so enntá í dysti millum lið, ið hava dominerað føroyskan hondbólt seinastu árini.
Ein uppreisn fyri leikarnar, sum vit jú øll eginliga vistu, saktans kundu gera ein veruligan vørr. Setningurin frá bonkinum var útinntur til UG, og tá ber alt til. Um ikki, tá, ja, tá ber fyri sovítt eisini alt til... men tá smakkar morgunmaturin ikki eins væl og í morgun. NAMMI:)
Men og men. Tí nú er at venja í álvara, økja intensitetin, tí longu um 6 dagar er nýggjur dystur, og nýggj 2 stig at spæla um. Hetta er ikki rakettvísindi, men hvat nyttar tað at vinna ein so vælspældan og miðvísan dyst ímóti greipuvinnarunum frá í fjør, bara at tapa næsta dystin. Sjálvandi, stigini eru fingin til hølvdar, men tá blívur tað bara ergriligt og alt so illasmakkandi.
Og tó, tí vit koma at uppliva nakrar aldudalar ímillum hesar aldutoppar: tað er bara at vóna, at topparnir strekkja seg longri enn dalarnir.
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |