sunnudagur, 17. november 2013
Vit hava brúk fyri fjepparum til dystin í dag.
Tað er um nakrar tímar, at vit spæla avgerandi og truplan útidyst ímóti Neistanum á Nabb, ella Høllini á Hálsi.
Vinna vit, er tað okkara triðji sigur á rað, og slíkt hál vil altíð síggjast aftur á stigatalvuni. Hópurin er við at finna saman til nakað, ið gevur hondbóltsmeining, og tað er henda meining, ið skal tryggja okkum stigini í dag. Vit gleða okkum.
Er tað nakað, sum fær áskoðaran uppfrá í stuðuli, tá er tað ein drúgvur stríðsandi og óblandað gleði at vilja vinna. COME ON!!!
Um dysturin kann vinnast í verjuni, tá er nógv vunnið, tí higartil í ár hevur hon ikki altíð verið ynskjandi stinn. Fari eg ikki heilt skeivur, tá hevur tað nevniliga verið neyðugt við í minsta lagi 26 málum fyri at vinna okkara dystir í ár. Tað vil siga, undantikið Kyndladystin (har "bert" 23 mál fóru ígjøgnum--og taptu), hevur liðið verið tvingað at skora rættiliga nógv mál fyri at kanna sær sigurin.
Málmennirnir gera eitt gedigent arbeiði, eisini í ár, men teir eru tykkara vinir, so hjálpið teimum sum galt tað biip lívið.
Og, eitt afturat, áðrenn eg vendi aftur til mín heimabakaða hveitidrýl við 100 gramm av rugmjøli--ella var tað øvut (?)... hmmm. Vælsignaðir, um, um!, tit eru á odda við nøkrum málum, tá haldið stiman. Farið ikki niður í gir og svassið hasa leiðsluna burtur til nakað, sum kann enda við null stigum.
Eg siteri dystarfrásagnina hjá Jan Sørensen:
"Fimm minuttir inn í annan hálvleik var støðan 17-10, og hesin munurin helt sær meira ella minni til 10 minuttir vóru eftir, men tá var munurin øktur til 27-18, ella við níggju málum. Vit síggja tað ferð eftir ferð, at hetta er vandamikið fyri H71, hetta at vera frammanfyri við nógvum málum. Vit missa konsentratiónina, og so er tað sum skalvalop, tað glíður bara ein veg, og ringt er at steðga vandamiklu gongdini. Hetta er í hvussu er nakað, vit eiga at arbeiða nógv meira við, at byrgja fyri, at hetta hendir, og at hava mannagongdir fyri, hvussu vit steðga skeivu gongdini í slíkum støðum. Í dag kunnu vit siga, at tað var hepni, at leiðslan var heili níggju mál, tí har var ikki nógv at geva av til síðst. Vit megnaðu at halda leiðsluna, og dysturin endaði við 31-29 til H71.
(brot úr dystarfrásagnini fyri H71-StÍF dystin síðsta sunnudag)
So, tað gevur seg sjálvt: til ein torføran útidyst hava vit tørv á eini upplagdari útifjøld. Av hesum heita vit á tykkum um at møta í góðari tíð og fjølment!
Koyrið á, H71... framtíðin er kolasvørt!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |