sunnudagur, 17. november 2013

Gott vikuskifti hjá D 18


Skrivað hevur: Anna Dam

Myndir: Jan Sørensen og Jóannes Niclasen

Tað hylnaðist væl í Hoyvíkshøllini um vikuskiftið.

 Okkara elsta ungdómdómlið hevur havt eitt strævið men gott vikuskifti við tveimun dystum dag um dag.

Fríggjakvøldið var helst tað, ein kann rópa toppdystur í deildini. Vit tóku ímóti vestmenningum í Hoyvíkshøllini, og ikki kann sigast, at vit tóku so pent ímóti teimun.

Vit byrjaðu sera væl og løgdu okkum trygt á odda. Vit hildu ein hampuliga leiðslu, til umleið 10 minuttir vóru eftir av dystinum. Tá komu vestmenningar uppá 19-20, men so tóku okkara menn seg um reiggj og løgdu sjógv ímillum. Endaliga úrslitið varð ein væluppiborin sigur á 30- 26. Betra liðið vann í Hoyvík fríggjakvøldið.

Leygardagin høvdu vit aftur heimadyst – hesuferð móti Neistanum. Neistin byrjaði betur, og og okkara dreingir vóru óhepnir við skotunum. Vit komu afturum, men tá umleið 10 minuttir vóru farnir, høvdu vit hálað væl inn, og so var í roynd og veru ikki so nógv at gera hjá Neistanum.

Endaúrslitið var ein trivaligur sigur á 42-26 til H71. Alt í alt eitt gott vikuskifti, og nú eru vit oddalið í d 18 við 8 stigum fyri 4 dystir.

Fleiri myndir frá dystunum báðum er í myndasavninum.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com