sunnudagur, 17. november 2013
Myndir: Jan Sørensen
Málmenninir áttu dystin í dag
Dysturin millum Neistan og H71 endaði javnur 20-20. Dysturin var spennandi frá byrjan, og fyrsta løtan var hendingarík, tó uttan tey nógvu málini. Málmenninir áttu dystin, tað var her, dysturin kundi vinnast ella tapast. Við hálvleik stóð bert 7-7 á máltalvuni, og tað man vera søguliga lágt fyri bestu deildina. Móti endanum var um reppið, at H71 fór at leggja seg á dystin, men teir so sera væluppløgdu neistarnir vendu gongdini. Seinasta álopið átti heimaliðið, og um ikki vit høvdu tann altíð í avgerandi løtum vælleikandi Tórald, sum hegnisliga bjargaði seinastu royndini hjá 100% fría Jugoslav, so høvdu vit ikki farið heimaftur við tí eina stignum.
Ógvuliga sermerkt fyri dystin í dag var hetta “sonn spæligleði” hjá Neistanum. Tað var, sum høvdu teir vunnið FM fyri hvørt mál og hvørja bjarging. Heilt sermerkt fyri júst hetta Neistaliðið. Hvussu mundi tað fara at verða, um leikgongdin ikki var til vildar? Hevði so alt skramblað saman sum eitt ússaligt korthús? Svarið fekst ikki á hesum sinni, tí dysturin leikaði javnt á. Meira avmáldir vóru teir á H71-liðnum, og roknaði eg við, at hetta fór at verða ein fyrimunur í seinna enda.
Tað virkaði sum nógv hendi tað fyrstu løtuna, men hugdi tú upp á máltalvuna, so sást, at har hendi ikki nógv, tá 15 minuttir vóru leiktir stóð 3-3. Við hálvleik var støðan 7-7, óhoyrt!
Neistin var fyri tað mesta frammanfyri við 1-2 málum, men tá 14 minuttir restaðu í legði H71 seg framum fyri fyrstu og einastu fer í dystinum, men hetta vardi stutt, tí Neistarnir javnaðu. Seinastu løtuna var bert eitt mál á muni ella javnt, og dysturin kundi fella báðar vegir. Neistin fekk seinasta álopið, og støðan var 20-20. Djumic varð spældur blanka fríur á strikuni, men tann oftast so ósvikaligi Jugoslav sveik. Tóraldur setti armin fyri, og bólturin stakk uppum málið, og liðini fingu harvið eitt stig í part. Eitt ógvuliga hóskandi úrslit: javnleikur í einum jøvnum dysti millum jøvn lið.
Úrslitið kunnu vit væl brúka, og serliga um vit samanhalda hetta við umstøðurnar. Jónas, sum júst nú er einasta tøki spælskipari (Hallur og Birgir dragast við skaðar), fekk ikki loyvi at halda fram, eftir at dómaraborðið staðfesti, at hann ikki var skrivaður á dómaraseðilin. Í hansara stað kom Esbern, og tað riggaði als ikki so illa.
Umstøðurnar gjørdu helst, at okkara dystur bleiv, sum hann bleiv. Tað vóru nógvir feilir, og konsentratiónin var ikki í topp. Hartil gekk alt ov nógv um miðjuna, har Neistarnir eru allar sterkast. Tað kom ikki ein líkinda bóltur út á høgra vong og bert fáir í vinstru síðu. Strikan hevði tað sjálvsagt trupult í sterku Neistaverjuni og bleiv lítið brúkt.
Mikkjal Hansen er ein rættiligur skansi í Neistamálinum, og hetta tekur broddin av skjótihuginum hjá sjálvt garvaðum skjúttum. Tá tað er sagt, so má eisini sigast at menn gera sær ov lítlan ómak, tá teir skjóta. Lukkutíð fyri okkum so skeyt Bogdan seg spakuliga í form, og uttan hann var illa statt í dag. Hann fekk 10 mál, ella ½ av øllum. Hetta er ov vánaligt! Menn mugu taka sær um reiggj og søkja at málinum sjálvir. Álopshóttanin er ov smøl hjá okkum, og vit mugu spjaða spælið betur.
Annars má sigast, at tað var ikki bara Neistamálverjin, sum stóð væl. Tað gjørdu okkara sanniliga eisini, annars endaði dysturin ikki javnur.
Dómaraseðil
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |