fríggjadagur, 5. apríl 2013

Bogdan Florea heldur fram í H71


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Mynd: Jan Egil Kristiansen

Seint seinnapartin hjá Sendistovuni skrivaði Bogdan Florea undir enn ein sáttmála við H71. Hervið fer samstarvið inn í sítt fjórða ár.

Aftur í ár hevur Bogdan víst seg sum málslúk. Sum svarti fjepparin plagar at taka til eftir ein av hansara dundurskotum: “Hann skjýtur, sum hestur sparkar”. Tað er væl nakað um tað. Hann er ein høggari, tá ið hann fyrst letur frá sær.

Um ikki altíð so støðugur sum í fjør, tá er Bogdan eitt avbera gott skotvápn, hvat vit í H71 sjálvandi vilja legalisera—tað er bara at skjóta meiri og harðari.
Og nú, tá ið kappingarárið kemur inn í sín ‘Buisness End’, verður gott við einum Bogdan í besta standi. Tað ræður tí um at dubba seg í komandi heimadystum.

Afturat hesum hevur Bogdan Florea roynt seg sum venjara við avbera góðum avrikum hjá d12. Í fjør blivu hansara dreingir føroyameistarar, og í ár liggur gullið líka til høgra arm. Avgerðin fellur í morgin.

Sum persónur er hann fryntligur uttan at vera flatur... altíð klárur at veita eina hjálpandi hond ella tvær í felagsarbeiði—hvat er umráðandi!
Saman við Simonu eru tey farin at støðast í Hoyvíkini, og við hesum rokna vit so apsalutt við, at arsenalið gerst uppaftur ógvusligari og kraftamiklari næsta ár.

H71 takkar tí Bogdan fyri eitt higartil gott kappingarár við vón um meira av tí sama.

Nevndin

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com