fríggjadagur, 5. apríl 2013
Mynd: Jan Egil Kristiansen
Seint seinnapartin hjá Sendistovuni skrivaði Bogdan Florea undir enn ein sáttmála við H71. Hervið fer samstarvið inn í sítt fjórða ár.
Aftur í ár hevur Bogdan víst seg sum málslúk. Sum svarti fjepparin plagar at taka til eftir ein av hansara dundurskotum: “Hann skjýtur, sum hestur sparkar”. Tað er væl nakað um tað. Hann er ein høggari, tá ið hann fyrst letur frá sær.
Um ikki altíð so støðugur sum í fjør, tá er Bogdan eitt avbera gott skotvápn, hvat vit í H71 sjálvandi vilja legalisera—tað er bara at skjóta meiri og harðari.
Og nú, tá ið kappingarárið kemur inn í sín ‘Buisness End’, verður gott við einum Bogdan í besta standi. Tað ræður tí um at dubba seg í komandi heimadystum.
Afturat hesum hevur Bogdan Florea roynt seg sum venjara við avbera góðum avrikum hjá d12. Í fjør blivu hansara dreingir føroyameistarar, og í ár liggur gullið líka til høgra arm. Avgerðin fellur í morgin.
Sum persónur er hann fryntligur uttan at vera flatur... altíð klárur at veita eina hjálpandi hond ella tvær í felagsarbeiði—hvat er umráðandi!
Saman við Simonu eru tey farin at støðast í Hoyvíkini, og við hesum rokna vit so apsalutt við, at arsenalið gerst uppaftur ógvusligari og kraftamiklari næsta ár.
H71 takkar tí Bogdan fyri eitt higartil gott kappingarár við vón um meira av tí sama.
Nevndin
4. september
29. august
27. juni
11. mai
10. mai
9. mai
18. apríl
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Ábyrgd av heimasíðu | ||||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo |