leygardagur, 23. november 2013

Staðarnøvn í Hoyvík


Skrivað hevur: Marjun Arge Simonsen

Nøkur orð um Hoyvík og nøkur staðarnøvn í Hoyvík


Hoyvík er í stórum vøkstri. Fólkatalið í Hoyvík er nú farið upp um 3000, og enn verður nógv bygt her, so talið økist í hvørjum. Øll eru vit hoyvíkingar við felags ítróttafelag, kirkju og postnummarið. Bygdarmarkið er Hoydalsá, hóast vit nú eru partur av Tórshavnar kommunu. Summi hava búð her styttri og onnur longur, men vit eru øll góð við okkara bygd og standa saman um og vilja stimbra tað, ið eyðkennir bygdina.

Hoyvík er gomul bygd. Búsetingin Heima á Garði, har ið gomlu bóndahúsini standa, er fyrndargomul. Síðan kemur ein yngri niðursetubýlingur, ið verður nevndur Uttan fyri Garðar; hann er frá uml. 1835, og í 1908 varð Sanatoriið bygt í Hoydølum. Seinni varð studentaskúli bygdur her. Hoydalar fevna um Ovastu Hoydalar, Miðhoydalar og (Niðastu) Hoydalar. Í Niðastu Hoydølum – ella Hoydølum, sum tað vanliga verður nevnt – er m.a. studentaskúlin, í Miðhoydølum er Gróðurstøðin og Ovastu Hoydalar eru omanfyri; tær eru ein stórur grønur væl avveittur slætti. Meginparturin av Ovastu Hoydølum var í síni tíð ein stór trøð, ið Tróndur Hansen úr Havn legði inn í 1912 til búnaðarendamál.
 

Navnið Hoyvík

Høy- kemur fyri sum fyrsti liður í nógvum norskum staðarnøvnum, t.d. Høyvik, Høyland, Høystad. Navnagranskarar í Noregi eru av teirri hugsan, at hesi støð upprunaliga hava verið slóttulendi, ið hava ligið til størri pláss. Seinni er staðurin bygdur, og navnið hevur hingið við. Alt bendir á, at landnámsmenninir tóku norska navngávusiðvenju við sær higar. Og tí er hugsandi, at Hoyvík og Hoydalar upprunaliga hava verið slóttulendi, t.e. garðar í nánd av Hoyvík hava helst sligið óveltar slættar her, áðrenn bygt varð.
 

Orðingar

Vert er at geva gætur hvørjar fyrisetingar eru rættar at nýta í sambandi við bygdarnavnið Hoyvík. Vit skulu nýta fyrisetingarnar í og úr, tá ið tað snýr seg um, hvar ein býr og hvaðan ein er ættaður, t.d. eg búgvi í Hoyvík, og eg eri úr Hoyvík. Um tað snýr seg um fyrisetingar í sambandi við flyting á staðið, so er orðingin t.d. eg fari niðan til Hoyvíkar, ella: koyrir hesin bussurin niðan til Hoyvíkar?
 

Staðarnøvn

Tað eru ikki nógv staðarnøvn í Hoyvíkshaganum. Orsøkin til tað er, at fleiri ferðir eru øll fólkini farin av garðinum og nýggj eru komin í staðin. Hetta hevur havt við sær, at tað bert hava verið húskallar og arbeiðskonur, ið hava borið staðarnøvnini áfram. Men nógv staðarnøvn eru innangarðs, serliga heima á Garði og uttanum, tí har hevur nógv virksemi verið, og her hava fólkini á garðinum havt sína dagligu gongd.

Her skal verða nomið við nøkur staðarnøvn. Mong eru farin at nevna alt tað, ið ikki er partur av byggingin í Hoyvíkshaganum, ið er niðan fyri Hvítanesvegin, niðri í Gomlu Hoyvíkini. Tað navnið er ikki rætt, og vansin er her, at hetta navnið køvir øll tey margbroyttu staðarnøvnini, ið eru her frammanundan. Høvuðsnøvnini, ið nýtast skulu ístaðin, eru hesi: Heima á Garði og Uttan fyri Garðar.

Hetta skal greinast neyvari her:
Heima á Garði er har, ið bóndahúsini eru. – “Hvar er bóndahúsini” kann onkur spyrja. So er rætta svarið “Tey eru heima á Garði” (og ikki niðri í Hoyvíkini ella niðri í gomlu Hoyvíkini). “Hvar fara tit?,” kann onkur spyrja. Tá skulu vit svara “Vit fara ein túr heim á Garð” (ikki oman á Hovíksgarð ella oman í gomlu Hoyvíkina). – Einki eitur gamla Hoyvíkin. Hetta er Hoyvík – alt sum tað er. Sjálv víkin, ið er seinni liður í navninum Hoyvík, er stutt oman frá bóndahúsunum.

Eru tit stødd á økinum, har ið bóndahúsini eru, eitur tað ”Vit eru heima á Garði”. Standa tit í túninum við gomlu bóndahúsini, so eitur tað í túninum heima á Garði.

Eru tit í dalinum, sum vegurin gongur oman ígjøgnum vestan fyri Kýrberg, so eitur tað í Kýrdali.

Eru tit á leiðini, har ið fyrisitingarbygningurin hjá Fornminnissavninum er, so eru tit úti á Reyni.

Eru tit niðri í fjøruni, so eitur tað bara niðri í fjøruni (í Hoyvík) ella niðri í støðni (í Hoyvík). Um onkur loypur á sjógv at svimja, so verður svomið á Víkini – ella skal tað vera neyvari, eru onnur nøvn, t.d. á Sandeyganum.

Eru tit á lítlu atløgubryggjuni á uttara armi á Víkini, har ið ein breið gøta gongur oman, eru tit úti á Heljareyga. Navnið Heljareyga stavar frá einum holi í helluni. Tað er opið útundir, so sjógvurin í eyganum sýgur samstundis við alduni.

Tann partur av Hoyvík, ið stavar frá 1830-árunum, t.e. millum Keldugarðin og Hvítanesvegin, nevnist Uttan fyri Garðar. Navnið Uttan fyri Garðar hevur sín uppruna í, at henda trøð lá uttan fyri upprunaligu bøgarðarnar. Hon varð eisini nevnd Garðatrøðin, tí niðursetumaðurin laðaði vanligar seyðahøgar garðar um trøðna og ikki bakaðar garðar.

Gøtan oman til Havnar, ið gongur heiman av Garði, eftir Heygnum og oman í Hoyvíksvegin, nevnist Gamlivegur.

Tað er so lætt at nevna alt økið “niðri í gomlu Hoyvíkini”, men við hesum heiti kámast og hvørva tey veruligu staðarnøvnini. Heima á Garði er eitt so snøgt og vakurt navn, og hjáorðið “heima” sipar til, at hetta er elsti parturin av bygdini. Latið okkum halda fast í staðarnøvnini, ið eru so týdningarmikil, um tað skal bera til at greina neyvt, júst hvar vit eru stødd ella hvar vit fara ella siga neyvt, hvat stað tosað verður um. Nøvnini eru eisini ein rík kelda til okkara fortíð, bæði søguliga og siðsøguliga, ein dýrgripur eins og kvæðini eru tað, knýtt at søgu, søgn og siðsøgu.

Tað ber til at lesa meira her:
Lív og lutir. Frásagnir úr Hoyvík og av Hvítanesi eftir Janus Mohr. Tað eru kort við nøvnum aftast í bókini.

Staðanøvn í Hoyvík og Hoyvíkshaga eftir Marjun Simonsen. Próvritgerð á Fróðskaparsetri Føroya. Ritgerðin er til láns á Landsbókasavninum.

Marjun Arge Simonsen

---

Marjun Arge Simonsen hevur cand.phil.-prógv í norðurlendskum, serstakliga føroyskum, máli og bókmentum. Hon starvast í egnum virki, Orðafragd, har hon ráðgevur, týðir, rættlesur og hevur skeiðsvirksemi.

Umframt vanligari málfrøði og orðabókafrøði hevur hon stóran áhuga fyri staðarnøvnum sum granskingarevni. Í sambandi við part av útbúgvingini skrivaði hon í 1981 próvritgerðina “Staðarnøvn í Hoyvík og Hoyvíkshaga”.

Nakrar av greinum hennara eru at finna á ordafragd.com. Av álitisstørvum kann nevnast, at hon er formaður í Gøtunavnanevndini í Tórshavnar kommunu.

Tað er av hesum, at H71 hevur heitt á Marjun um at koma við sínum skikkaða íkasti til heimasíðu felagsins.  /Agga Niclasen



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com