fríggjadagur, 5. apríl 2013
Mynd: Vagnur
3.700 fólk búgva í Hoyvík, og í økinum búgva mest ungar barnafamiljur.
Har eru tveir stórir skúlar Hoyvíkar skúli og Skúlin við Løgmannabreyt, og tá ið atgongd eisini er til ítróttarhøll, so eru allar fortreytirnar, at hondbólturin kann mennast í økinum, og tað ger hondbólturin í H71.
Tá ið vit hyggja í stigtalvuna hjá HSF og fara ígjøgnum allar mans- og dreingjadeildirnar, er H71 klárt besta felag í landinum. Atlantic Airways liðið kann spæla seg í FM-finalurnar 20. apríl, og liðið vann FM-heitið seinasta ár. Mansliðið í 1. deild er nummar eitt, tað sama dreingir 18 ár, dreingir 12 ár og dreingir 10 ár. Dreingir 16 ár eru nummar trý og dreingir 14 ár nummar tvey. Øll liðini er við í kappingini um at vinna FM-heitið.
Verri gongst kvinnu- og gentudeildunum, og vit skulu heilt niður í gentur 12 ár at finna lið úr H71, sum standa mát ímóti hinum feløgunum. Stórt ynski er í H71 at fáa gongd í kvinnu-og gentuhondbóltin í felagnum, men H71 hevur altíð verið eitt mans-og dreingjafelag. Tí tekur tað nógv ár hjá H71 til tess at koma upp á tindin í føroyskum kvinnuhondbólti. Allar fyrst má hugburðurin broytast, tí tað búgva eins nógv gentur og dreingir í Hoyvík.
Fýra hondbóltsfeløg eru í Suðurstreymoy ÍA av Argjum, Kyndil, Neistin og H71, og tað er einki dulsmál, at kapping er um tey ungu. Gomlu feløgini Kyndil og Neistin hava ikki eins nógvar ungar spælarar, sum feløgini áður høvdu. Genturdeildirnar hjá Kyndli og Neistanum er væl fyri, men bæði Kyndil og Neistin standa í skugganum á H71, tá ið talan er um góð dreingjalið. Tó eru einstøk góð dreingjalið í Kyndli og Neistanum, men tað er H71, sum hevur størstu tilgongdina. Tað er eydnast felagnum at fáa H71 andan inn í báðar stóru skúlarnar, og H71 er væl skipað hondbóltsfelag.
Tankarnir leita nú aftur til tíðina, tá ið Hoyvíkshøllin varð bygd. Ein skandala í míni verð, tí sjálvt um vit onnur, sum arbeiddu í øðrum hallum, vístu á, at kanska 5.000 fólk einaferð komu at búgva í Hoyvík, spardi Tórshavnar kommuna eftir reyv. Varð høllin gjørd bara fimm metrar breiðari eystureftir, vóru pláss til 500 sitipláss. Menn gakk, sjálvt takið merkti sviðan av spariknívinum og mátti gerast umaftur.
Nú er bygningur bygdur aftrat suðureftir, men hetta hjálpir ikki um vánaligu áskoðaraumstøðurnar í høllini. Óskiljandi, at Hoyvíkshøllin ikki varð gjørd eins og høllin í Kollafirði. Hetta er vanligt føroyskt fyribrigdi, og vit skulu bara oman í Gundadal at síggja sama fyribrigdi, tá ið Tórsvøllur varð bygdur.
Sum eg skilji á lagnum, fær H71 nýggja heimasíðu. Eg havi nógvar royndir at skriva á heimasíðum, tí eg skrivaði í fimm ár 2003 til 2008 um kappróður á heimasíðuni www.drekin.fo . Síðani skrivaði á heimasíðuni www.neistin.fo í hálvttriðja ár. Òivað einar 1500 greinar tilsamans. Nú havi eg mína egnu heimasíðu www.hvannrok.fo, har eg skrivið um øll hondbóltsfeløg í landinum, og haraftrat skrivi eg eisini annað tilfar.
Til lukku H71 og góða eydnu við nýggju heimasíðuni, og eingin ivi er um, at heimasíðan kann gerast eitt akker í felagnum, og sum savnar felagið. Tað er ógvuliga umráðandi, at myndir fáa gott pláss á heimasíðuni, tí fólk elska myndir. Umframt at vera góður boðberi, er týdningarmikið, at allar deildir í felagnum sleppa á heimasíðuni, og at tað eydnast at venja tey ungu at brúka heimasíðuna. Øll í H71 skulu føla, at tey eiga heimasíðuni.
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |