13. desember 2013

Tað er í kvøld


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Tað er í kvøld, fríggjakvøld, at framskundaði dysturin verður spældur.

Í kvøld, klokkan 19.30, beint eftir nátturða, spæla vit avgerandi dyst í landskappingini.

Vit spæla á heimavølli, so alt borgar fyri einum óførum fríggjakvøldi.

Leikarnir lova at gera sítt, og so er bara hjá okkum at fylgja tropp, og fylgja teimum við rópum og geylan tvørturígjøgnum dystin.

Faldarin skuldi verið komin til øll húski í Hoyvík, men vegna sonevndum dómaratroti og fylgjandi broytingum verður hann ístaðin til taks í Hoyvíkshøllini í kvøld.

Eisini ber til at lesa hann á heimasíðu felagsins. Tað er bara at trýsta á faldara-logoið:)

Skeltið, sum vit hava fólk at seta upp fyri okkum, hevur verið uppi, men hesi somu fólk taka tað niður aftur, so at vit sleppa undan misskiljingum.

Tí sambært tí er dystur sunnudagin.

OG TAÐ ER TAÐ JÚ IKKI.

TAÐ ER Í KVØLD, AT DYSTUR ER.

So, drívið á, leikarir sum fjepparir, tí nú er at spenna afturpartin, halda tunguna mitt í munninum og skaffa hasi tvey so sera umráðandi stigini í dystinum um at náa finaluni.

H71!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo