14. desember 2013

Ótrúliga gott, vánaligt og tíbetur ikki heilt galið


H71-Kyndil: 26-26 (17-11)


Myndir: Jan Sørensen

Skuffandi, men tó kann mann bara fegnast um úrslitið.

Hetta var næstan VÍF-dysturin umaftur, vit hálvvegis hava vunnið dystin við hálvleik, og seta síðan alt uppá spæl. Tíbetur fingu vit javnleik, ja fingu javnleik, tí Kyndil hevði tvey stig í posanum fýra minuttir fyri leiklok, sum vit tó kortini fingu hála tað eina uppaftur. Dysturin endaði javnur 26-26.

Vit løgdu betur fyri, fóru framum við nøkrum málum, men Kyndil stríddi seg upp og framum, tá 7 min. vóru leiktir. So strammaði verjan rættiliga í, og tað fór at ganga so strálandi, sum eftir ánni. Serliga vælleikandi var Ári Dam í málinum, og tað var í veruleikanum hann, ið var orsøkin til, at tað gekk so gott, sum tað gekk. Ferð eftir ferð vardi hann væleydnað fyri, og hetta smittaði á spælið frameftir. Rúni byrjaði sum eitt óløgi, tríggjar ferðir herjaði hann beint á málið, og tríggjar ferðir sat bólturin í meskunum. Við hálvleik vóru seks mál á muni, og vit væntaðu stórsigur. Eyðkent fyri spælið var, at vengurnir vóru væl við í spælinum, og Tróndur skoraði fýra mál á høgra vongi.

Vit kenna tað so væl. Hetta er ikki fyrstu ferð, at vit eru greitt á odda og halda, at sigurin longu er í hús. Hvussu ber tað til, at eitt heilt lið ferð eftir ferð vísir sama mynstur, og hvussu ber tað til, at hetta ikki kann venjast burtur. Vit søplaðu eina greiða leiðslu burtur eftir stuttari løtu. Í dag átti útskiftingarbonkurin at sæð gongdina nógv fyrr og tikið eitt “timeout” fyri at steðga greiðu gongdini longu í byrjanini. Tað er ikki víst at tað hevði hjálpt, men í hvussu er so høvdu vit kunna roynt at funnið konsentratión og stev aftur. Tá 14 min. restaðu í stóð á jøvnum 22-22, og ikki fyrr enn hesin realitetur stóð á máltalvuni, gekk upp fyri spælarunum, at nú mátti setast meiri inn. Tað hepnaðist tó betri hjá Kyndli, og fýra minuttir fyri leiklok vóru teir á odda 26-24. Hesa seinastu løtuna vístu okkara menn tó óføran vilja og bæði vardu manniliga og trýstu í hinum endanum. Okkum eydnaðist at fáa tvey mál, og so var javnleikur, tó so at bæði Kyndil og H71 kundu avgjørt dystin til egnan fyrimun í seinasta minuttinum. Dysturin endaði við javnleiki 26-26.

Sum heild kunnu vit siga, at H71 var nógv betra liðið í fyrra hálvleiki, meðan Kyndil so sjálvsagt var betri í seinna hálvleiki. Tó kunnu vit venda tí eitt sindur, tí vit steðga í veruleikanum at spæla, vit taka ferðina av dystinum og fara at spæla meiri tvørturum, heldur enn at vera í álopi. Vit missa stevið, fara at ivast og lata initiativið til Kyndil.

Aftur í dag vórðu alt ov nógvir banalir feilir gjørdir, menn missa bóltar, tveita burtur, avlevera skeivt, gera fótfeilir og útskiftingarfeilir. Hetta kostaði dýrt í dag, men lukkutíð er tað langt síðan seinast.

Vit fingu eitt stig í dag. Undan dystinum haldi eg, at tey flestu høvdu kannað sær tvey stig og upplivdu so, at vit mundu mist bæði, og kunnu tí fegnast um, at vit fingu tað eina.

Sjálvandi eru vit øll skuffaði (Kyndil eisini), men hóast tað so kunnu vit tó fegnast, tí vit vístu í fyrra hálvleiki, hvussu vit kunnu spæla. Tað skal so lítið til afturat, so koyrir maskinan. Vit liggja enn væl fyri, og formurin skal trimmast til at toppa nakað eftir jól, so koyri bara á!

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo