týsdagur, 17. desember 2013

Kaffi í Kollafirði


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Agga er boðin til kaffi í Kollafirði. Treytin er, at Bogdan má ikki nevnast.

Nú leygardagin fara vit mannsterk til Kollafjarðar, har okkara fremsta manslið fer at royna seg ímóti KÍF, greipuvinnarum frá í fjør. Meðan tey flestu fara úr Hoyvík um hálvgum fýra, fara børnini og eg nakað áðrenn. Tveir tímar áðrenn, hugsi eg.
Grundin er ikki, sum so, ítróttarlig. Tað vil siga, ikki so nógv ein roynd hjá feløgunum báðum alsamt at betra um diplomatisku viðurskiftini, men tí vit eru boðin til kaffi hjá mætum kollfirðingi. Einasta treytin er, at eg ikki nevni Bogdan.
Eg havi bert einaferð fyrr drukkið kaffi í Kollafirði, tá Tollaksmessudag fyri fýra árum síðani. Tá var, umframt kaffi, eisini mandlurís á skránni. Hesuferð tó eitthvørt annað líka gott og søtt. Men treytin tann sama, bara tá var tað Halgir.

Óivað fer stundandi dysturin at dominera prátið, serliga tí verturin er dekan skrásikkur uppá, at hann fer at vera tann av okkum, ið fer syngjandi heim. Hann hevur nokk rætt, men--hvat eg eisini plagi at siga, og sum søgan vitnar--H71 kann vinna á øllum og nær sum helst. Vit eru komin fyri at vera, og aftur í ár fara vit at royna at spæla dystir tíðliga á vári, ið hava nakað at siga.

Nettupp hvussu spennandi dysturin verður, ivast onkur kanska í, tí seinastu tvey árini, FM-finalan 2012 undantikin, hava vit havt tað heldur trupult har norðuri, meðan tað hevur hilnast hvaðna betur Heima í Hoyvík. Somuleiðis plagar formurin hjá okkum at taka dik á seg eftir ársskiftið, ikki áðrenn.
Fyrr var tað ein vanasak at fáa fleiri mál enn ella lata færri mál inn enn KÍF. Men ikki longur. Ikki heilt enn. Men vit klára altso at basa teir--á einum góðum degi. Eitt nú vunnu vit uppiborið fyrsta dystin okkara millum í kappingarárinum á heimavølli, og tá ið so kollfirðingar kanska ikki eru heilt so óávirkiligir sum í fjør, og við hjálp frá syngjandi heimafturkomnum útisetum, so er enn ein sigur á KÍF so avgjørt ein møguleiki. Tað halda teir so ikki, men solongi vit vita øðrvísi, ja, tað er meiri enn ríkiligt.

Meðan vit hava skift FM-manningina frá 2009 og 2012 út, og í ávísan mun eisini finalumanningina frá í fjør, hava kollfirðingar verið óskalaðir seinastu árini. Tað er hetta, ið hevur bjargað teimum, tí við fylgjandi høgum botnniveaui, tí hægsta í AA-deildini, hava teir verið ein reel hóttan í knøpp trý ár. Nakað, forrestin, eg unni teimum væl. Saman við teimum hava hesi, søguliga sæð, inferiøru feløg nevniliga skúgvað traditionella mótstøðu til viks, Vestmenn og hippiorkuna úr Havn.

Fyri tað, hóast mikla útskifting, eru hoyvíkingar væl kappingarførir. Eisini í ár. Vit vunnu uppiborið á Skála, hvat vanliga er trupult, vit vunnu á KÍF á heimavølli, og kundu eins væl vunnið hinar dystirnar ímóti teimum, vit plaga at buka: VÍF. Og vit burdu vunnið á Kyndil nú fríggjadagin, enntá bukað teir, høvdu vit bert lært at varðveitt eina trivaliga leiðslu.

Vit einum bumbandi Bogdan, flúgvandi Rúna og samanknýtandi Jónas hava vit leikarar, ið allir høvdu komið á KÍF-liðið, ikki at gloyma finurliga Boga, verjusterka Sigmund og eleganta Hall... tá skaðafríur. Og so málmennirnir. Men, sjálvandi, teir hava ikki spælt saman so leingi, hava ikki verið stuðulsleikarir í slíkt mát fyrr, men dugur er í teimum. Tað er bara nakað av snildi, ið til tíðir vantar. Tak Rúna, sum nú er byrjaður at vísa format; vísa, eisini í truplum dystum, hvør dugur er í honum. Sum ímóti Kyndli, í fyrsta hálvleiki... áðrenn alt liðið knock-outaði seg sjálvt.

Og, ímóti kollfirðingum, tá ræður um eitt: at renna við tí ******** ferð heimaftur. Aðramáta, ja, tá er teirra álop ikki frægt betri enn tað hjá einum miðalhampaliði. So, avslutta, og ger tað væl, Bogi og kompaní, fyri siðani at spela heim at taka ímóti etableraðum álopi.
Jú, ivaleyst fara málmennirnir hjá kollfirðingum at standa betri enn síðst, so harra Florea má finna aðrar vinklar. Um ikki, tá mugu titaðrir traðka til. No probs.

Hvussu er og ikki, tá fari eg ikk tystur heim. Og við eini fjeparafjøld sum okkara, tá hon er alrabest, tá eiga vit hasa høllina, ið KÍFarnir kalla heimavøll. Tað vístu vit í finaluni í fjør, tá vit vunnu alt uttan líka finaluna sjálva.

Og ein góð fjepparafjøld er altíð brúkilig, men hóast hon ikki altíð er determinerandi dropin, tá hava vit so havt ein stuttligan tíma ella so.

Koyr á H71, koyr á maskinuna!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com