hósdagur, 19. desember 2013
Síðsti og avgerandi dysturin fyri at vera tað áttanda liðið í Steypakappingini varð spældur mikukvøldið.
H71 2, ið er Hallgir og Freddie umframt nakrir d16- og d18-leikarir, vann á KÍF 2.
Nokkso greitt, skilst. Teir ungu vóru raskir, kanska serliga Djóni, og kanska serliga í álopinum. Tað er gott, men meiri dentur og stoltleiki má potast á verjupartin. Bæði her og har.
Óansæð, hetta var gott úrslit, tí seinnu árini hevur H71 oftari enn ikki havt tvey lið við í Coca Cola-kappingini, tá ið um ræður. Og tá kann jú alt henda; ella, tað kundi tað so solongi sum kappingin hevði ein cup-leist.
Nú er kappingin so háttað, at írestandi liðini, AA-liðini og so H71 2, verða potað í tveir bólkar við fylgjandi kvalifisering. Tessvegna verður cup-yvirraskilsið, vit oftani seta í samband við steypakappingar, hasin serligi dámurin, har Dávid møtir Goliat, lúrandi sensasjónin!, útvið ikki-eksisterandi.
Av tí sama skulu vit ikki veruliga rokna við nøkrum bragdi í ár eins og tað fyri tveimum árum síðani, har H71 2 kom allan vegin í finaluna. Visuliga, tá vóru liðsamansetingarnar nakað øðrvísi, 21-áraregulin er burtur, men kortini. Á einum góðum degi, í eini "veruligari" steypakapping, skuldu tá bara nakrir ørfáir dystir til fyri at røkka tindin. Ikki í hesum føri.
Nú er bólkaspæl, og við tí minkar tú møguleikan fyri nøkrum yvirraskildi sum kvaliteturin so hvørt fer at telja.
Ikki tí, hevur okkara menningarlið pluss tveir veteranar ella so ein trúliga góðan dag, og eitt av AA-liðunum ein óblandaðan lortadag, so hava okkara dreingir altíð ein møguleika. Og hann hava teir rættliga tikið.
Góða eyndu í bólkaumfarinum í steypakappingini, H71 2!
Koyr á maskinuna!
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
29. august
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |