21. desember 2013

Tað er í dag!


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Vit hava frí. Jólafrí.

Ókey, eitthvørt praktiskt sosum jólagávur skal fáast frá hondini so hvørt, men definitely frí.

So víðka um títt mentanarliga medvit og kom við til Kollafjarðar. H71 skal royna seg ímóti KÍF. Trupul setningur, men við góðum stuðuli frá fanatiskum hoyvíkingum, yngri sum eldri, og ein "sum galt tað lívið"-innsatsur frá okkara monnum, og vit hava ein kjans. So avgjørt, tí um vit standa KÍFsa stríðsvilja kurl, kanska enntá bera yvir við honum, tá eru vit líka góðir sum teir, og tá kann alt henda.

Tað er um at verja konsentrerað, ikki lata seg forvirra av hasum tiltikna vespu-rennaríinum, og blokka tá skotið frá teirra vestmenningi stundar til. Tað er um at spæla skjótt, men skilagott; tað vil siga avslutta væl, helst í mál, og serliga tá púra etandi blanka fríur.

Tað er um at renna væl aftur, tá vit hava avsluttað. Tað er um at betra okkum í yvirtali.

Tað er um at blíva við at spæla, tá frammanfyri. Tað er um ikki at halda, at tú hevur vunnið dystin hóast eina seks máls-leiðslu og hóast dysturin er hálvrunnin. Heldur, byrja av nýggjum, setið tykkkum nýggj mál, og koyr á maskinuna!

Men, týdningarmest, tað er um ikki at geva upp. Aldri. Tað er um at sýna sannan kollveltingaranda fyri svørtu troyggjuna.

Og enn sum altíð kunnu vitonnur, svarti fjepparin, vera tungan á vágskálini, tann avgerandi dropin, so komið nú mannsterk til Kollafjaðrar. Dysturin byrjar kl. 16.

Framtíðin er kolasvørt!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo