leygardagur, 6. apríl 2013

A world of handball


Skrivað hevur: Anna Dam

Partille-Cup 1.-6. juli 2013 í Göteborg, Svøríki

Á øðrum sinni luttekur H71 í størstu altjóða hondbóltskappingini Partille-Cup. Kappingin er hvørt ár í viku 27 í Götuborg. Síðani byrjanina í 1970 hava yvir 400.000 luttakarar frá fleiri enn 90 londum luttikið í hesari altjóða kapping, og H71 luttekur í ár við heili 18 liðum í kappingini. Við átjan liðum er H71 millum 5 størstu feløgini, sum luttaka í Partille-Cup, so ikki kann sigast annað enn, at svørtu leikbúnarnir hjá H71 fara at síggjast aftur millum luttakararnar í Götuborg.

Í ár luttaka yvir 20.000 leikarar frá 41 ymsum londum. Dystirnir verða spældir uttandura á graslíki og grasvøllum. Leikararnir hjá H71 búgva á skúla nærhendis størsta leikstaðnum “Heden”. Higartil eru tilmeldaðir 160 leikarar og umframt hesi, sum fara til Svøríkis fyrstu viku í juli, kemur líka stórt tal av systkjum og foreldrum við til Götuborg. Foreldur og systkin búgva annaðhvørt á skúla ella á hotelli tætt við skúlan. Orsøkin til at H71 velur á øðrum sinni at luttaka á hesi stóru altjóða hondbóltskapping er, at luttøkan í 2011 var sera væl eydna. Umframt at leikarar og foreldur og systkin fingu eina uppliving fyri lívið, kundu vit staðfesta, at hetta við at vera í gongd við at venja fram til summarfrítíðina menti okkara lið nógv, soleiðis at tey, tá kappingin byrjaði aftur um heystið, vóru betri fyri enn vanligt. Summarsteðgurin gjørdist sostatt ikki so drúgvur, og tað var ikki sum at byrja av nýggjum, tá hondbóltsvenjingin byrjaði aftur í august mánaði.

Luttøka í slíkari ítróttarkapping hevur stóran týdning fyri at samansjóða foreldur og leikarar og viðførir tað, at tað eru fleiri, ið føla ognarlut í H71 og taka eina hond í fyri at fáa raksturin av felagnum og allar tær nógvu uppgávurnar, sum skulu loysast hvønn dag uppá seg.

Luttøka í slíkari hondbóltskapping er kostnaðarmikil og tískil hava foreldur og leikarar gjørt eitt stórt arbeiði til at savna inn pening, soleiðis at øll kunnu fáa møguleika at luttaka. Stórt dansitiltak hevur verið fyriskipað “80’ini umaftur”, loppumarknaður, hondbóltsskúli, bindiklubbakvøld, fløskuinnsavnanir, lutaseðlasøla o.s.v..

Hóast tað kann verða strævið at fyriskipa tiltøk, so hava tey flestu, ið hava verði við til at fyriskipa ymsu tiltøkini hugnað sær og lært nýggj fólk at kenna, og hevur hetta at fyriskipa slík tiltøk verið við til at samansjóða leikarar og foreldur áðrenn fráferð.

Meðan kappingin ferð fram, er ætlanin at leggja myndir og tíðindi á nýggju heimasíðu okkara.

Við hesum videolagnum  kanst tú fáa tær ein smakk av Partille Cup.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com