26. desember 2013

Hondbóltsskúlin er fullteknaður


Tað verður nógv ymiskt á skránni teir báðar dagarnar, hondbóltsskúlin er.

Hondbóltsskúlin, sum H71 skipar fyri tann 28. og 29. desember 2013, er nú fullteknaður, og vit hava ikki møguleika at taka í móti fleiri tilmeldingum.

Øll, sum hava meldað til og goldið, skulu møta í Hoyvíkshøllini leygarmorgunin klokkan 10:00 og sunnudagin klokkan 12:00.

Flestu bólkarnir enda klokkan 16:00 leygardagin, men nakrir bólkar enda ikki fyrr enn klokkan 17:00.

Sunnudagin er ætlanin at enda klokkan 17:00.

Øll børnini verða fyrst býtt í bólkar og fáa eitt armband við litinum á tí bólkinum, sum tey koma at hoyra til teir báðar dagarnar, sum skúlin er.

Tá øll eru skrásett, byrja vit við felags upphiting. Tá tað er liðugt, fara bólkarnir hvør í sína ætt og byrja virksemi sítt. Nøkur halda fram í Hoyvíkshøllini saman við Flemming Oliver Jensen, og nøkur fara víðari til teoretiska undirvísing og til venjingar í Gundadalshøllini og í fimleikahøllini í skúlanum við Løgmannabreyt saman við góðum fólki frá H71 og hjálparfólki annars.

Bólkarnir koma allir at fáa somu venjing og koma at skiftast millum hallir og aktivitetir.

Luttakararnir fáa mat og frukt og skulu bara hava venjingarklæðir og heit klæðir við, so teir kunnu ganga millum Hoyvíkshøllina og millum Fimi og Gundadalshøllina.

Gott er, um tit minna børnini á, at tey mugu ansa eftir sínum egnu tingum, og rátt verður til, at tey pakka alt niður í sína venjingartasku, tá skift er.

GG: Minnist til at hava bólt við. Og minnist til at skriva navn á bóltin  : )



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo