týsdagur, 9. apríl 2013

Nýggj landsliðs avbjóðing fyri árg- 94 og yngri


Skrivað hevur: Kári Nielsen

Mynd: Jan Egil Kristiansen

Í 2014 verður U20 Challenge Trophy kapping fyri menn, og HSF hevur gjørt av at vera við.

Sum liður í fyrireikingunum hevur HSF meldað lið til European Open U19 kappingina í Gøteborg í summar, sum er partur av Partille Cup. Henda kapping er annaðhvørt ár fyri menn og annaðhvørt ár fyri kvinnur.

Hetta er eitt kærkomið høvi at bjóða okkara ungu leikarum eina avbjóðing, teir enn ikki eru vanir við. Serliga verður kappingin í summar sera hørð, har vit innleiðandi møta Danmark, Sveis, Slovakia, Finnlandi og Estlandi.

Tað eru 22 U19-landslið meldað til í hesi kapping. Væntandi fáa vit tilsamans 8-9 landsdystir yvir eina lítla viku. European Open U19 kappingin í Gøteborg verður í døgunum 1.-5. Juni.

Vit hava nú í eina tíð hugt eftir møguligum evnum til ein bruttohóp, sum skal venja saman í nakrar vikur, áðrenn endaligur hópurin verður úttikin. Meðan árgangirnir 93 og eldri vóru rímuliga stórir, so er 94-árgangurin sera smalur. Av hesi orsøk má eisini hyggjast niðureftir, tvs eftir dreingjum sum eru føddir í 1995 og 96.

Í mun til fyrr hava fleiri av yngru leikarunum leitað sær til Danmarkar at fáa meira og betri venjing enn tað er møguligt at fáa í Føroyum. Har verða teir uppaldir í sera góðum honbóltsumhvørvi og mennast tí sera nógv. Nevnast kunnu Eirikur Simonsen og Johan á Plógv (báðir frá 94-árg) sum veruliga hava klárað seg væl. Johan spælir nú við besta liðnum hjá Skanderborg, meðan Eirikur er fyri tað mesta á næstbesta liðnum hjá Viborg. Aðrir yngri leikarar, sum eisini eru í Danmark, eru Helgi og Jónas frá H71, Kjartan frá Stíf og Niclas frá Víf. Sum tað frættist, mennast hesir eisini sera nógv í løtuni.

Tá HSF nú velur at melda til hesa kapping, so er alneyðugt at fyrireika seg so væl sum til ber. Tí verður tað gjørd ein langtíðar venjingarætlan fyri henda bólk av dreingjum. Endamálið er at hava eitt gott samanspælt lið tá U-20 Challenge Trophy verður í 2014.

Í apríl verður hópurin úttikin. Hesin fær so eina venjingarskrá sum skal fylgjast fyri at hava møguleikan at vera við. Hetta verður bæði á tí fysiska, taktiska og tekniska økinum. Tað verður byrjað at venja í maj og hildi á fram til kappingina í Partillu Cup í summar. Síðani verður hildi á fram at hava felagsvenjingar fram til Challenge Trophy í 2014.

Vit koma at leggja sera stóran dent á at fáa teir leikarar við, sum veruliga vilja spæla hondbólt og eru hugaðir/hava møguleika at offra ta tíð, sum skal til. Sjálvandi hevur talentið nakað at siga, men tað er í øllum førum hugurin at venja og læra, sum skal vera í hásæti.

Teir, ið manna venjarabólkin, eru Kári Nielsen, Birgir Hansen og Bogi Hendriksen.

Við hondbóltskvøðu
Kári



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com