7. januar 2014

Hondbóltsmennarin vandi venjararnar


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Venjarafundur var mánakvøldið, har Oliver brúkti D16 sum royndarkaninir.

Tony Blair segði einaferð "Education, Education, Education". Eitt mantra, loysunarorð, ið enn fungerar sum ein varði fyri hansara tíð sum forsætisráðaharri. Hann var ein formyndandi gumpur, men ókey annars.
Men út við Tony, inn við Oliver. Hansara loysunarorð, fyri henda venjarafundin, ein so óluksáliga góður ein av slagnum, var "Verja, Verja, Verja".

Umframt at skúla børnini "á gólvinum", hevur H71sa hondbóltsmennari skyldu til at venja venjarar. Við hesum intensu sessiónum kemur hann at leggja nakað av sær sjálvum eftir sær. Tað er jú meiningin við tí heila, so at vit einaferð kunnu dúva upp á okkum sjálvi eina. Sjálvforsyrgjandi, frá venjarum til leikarar.

Ágangandi verja ella álopsverja var líkasum temaið mánakvøldið. Fundurin, sum var í høllini, var fyri allar venjarar felagsins, høvuðs- sum hjálparvenjarar. Væl var møtt--tað manglaði eisini bara! Dreingir 16 vóru royndarkaninir. Teir blivu bidnir um at møta. Allir møttu. Takk fyri tað, tit vóru óførir og dugnaligir.

Eg meini, at tað at fáa slíkan kapasitet inn í hjartað í felagnum, ja, skerpar tað miðvísi, ið frammanundan var á góðkendum niveau.

Sjávur havi eg aldri vant, venji ikki og fari aldri at venja. (Havi skift út við fyrimyndarligum úrslitum, ið fær rekommenderaðar og medaljutungar menn at ressast, men aldri vant.) Eg skilji ikki allar hasar hondbólts-finurligi máliskurnar, men eg fati hugburð.

Og skúgva vit líka alt tað tekniska hjá Oliver til viks, akkurát hvussu ein offensiv verja verður verður útinnt og við hvørjum endamáli, hvat forrestin er óvanliga hugvekjandi, so hugvekjandi, at tú næstan fært hug at royna teg sum venjara!, so handlar rættiliga nógv hjá honum um hugburð.
Tað veri seg til venjing og dyst. At vísa 100 prosents pliktan tvørturígjøgnum hvørja venjing og dyst. Onki minni ger tað. Hetta handlar eisini um respekt fyri tínum viðleikarum, venjara og troyggjuni.

Og dysturin verður altso vunnin í verjuni, tí--sum hann sigur: "Hvat nyttar tað, at tú hevur framúr álopsleikarar, at liðið skorar 33 ferðir, tá hitt skorar 35"? Nakað um tað.
Eftir venjarafundirnir fáa venjarnir eitt teldubræv um tað, sum fyrigekk. Altso, eitt pappír, sum greiðir frá, svart upp á hvítt, hvat alt snúði seg um. Aðramáta fer Oliver út í hvønn aldursbólk at, enn einaferð, í praksis greiða frá nógv av tí, hann kemur við á fundunum.

Alt í alt, eitt óført og gevandi hondbóltskvøld.

Góða eydnu í vikuskiftinum, øll somul--koyr á H71l!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo