mánadagur, 20. januar 2014

Tap og tap


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Bæði H71 og H71 2 taptu um vikuskiftið.

Men kenslan eftir dystarlok var nakað øðrvísi fyri hesar steypadystir.

Hvat H71 og leygardegnum viðvíkur, tá taptu vit fyri einum, bókstavliga talt, boksandi Kíf-liði. Går den, så går den, plaga danir at taka til.

Tað sagt, enn duga teir betri at spæla hondbólt, og hava helst gjørt tað seinastu tvey árini.

Vit løgdu annars bragdliga fyri, vóru á odda bróðurpartin av fyrsta hálvleiki. Men so idiotaðu vit bóltin burtur í álopi, tvs vit avsluttaðu ikki kvalifiserað, og hinir fingu nøkur effektiv og flott skjótálop, og meiri skal líkasum ikki til at taka pippið frá okkum... tykist.

Men, sum sagt, vit byrjaðu væl, hvat vit ov ofta ikki gera. Hinvegin, ein mega down-perioda var eisini, enn sum oftast, í hesum dysti. Og henda kostaði. Heldur enn at økja leiðsluna við fýra málum við 6-2, lótu vit kolfirðingar ota seg inn á okkum. Møguleikarnir vóru annars har.
Eg skilji annars, at Meginfelag Áhugaraleikara Føroya hevur sent KÍF-leiðsluni eitt anbefalað bræv í tí, haldi eg sjálvur, realistisku roynd at rekruttera ein neva av sjónleikarum ella so. Nógvir av teirra limum eru nevniliga uppi í árunum, og tí er væl skilligt, at nýtt og ungt teatralskt blóð er eftirsóknarvert. Livst so spyrst!

Sjálvur plagi eg annars at fortelja mínum avkomi um at taka seg saman, tá tey fáa eitt sindur ilt. Ikki sprella á fastari grund sum ein multi-prikaður revur og koma við ljóðum, ið hoyra heima í einum hjúnabandsverilsi, ikki hondbóltsvølli.
Eisini fyri teirra egna besta, tí tá tey so eginliga fáa ilt, tá verður tað bara hvaðna truplari at taka tey í álvara við seinnameiri konsekvensum.

Óansæð. Vit eru ikki úti av steypakappingini, av tí at steypakappingin ikki er háttað sum knock-out. Lukkutíð, tí vit vilja so øgiliga gjarna enda í eina hálvfinalu, har veruligur rómur og ógvusligt set-up plagar at kringa hesar dystir, serliga í Hoyvíkshøllini.

So hóast enn eitt vónbrot í Kollafirði, var kenslan ikki so óhumsk. Tað kundi verið verri. Vit kundu verið heilt úti. Men tað eru vit ikki.

Neistin mátti lúta fyri Team Klaksvík, so í løtuni eru klaksvíkingar og kollfirðingar á 1. plássi. Eg meini tí, at annaðplássið er ein møguleiki. Tað er upp til tykkum!

Neistamenn mugu vinna á okkum mikudagin, og vit á teimum. Gera vit tað, so verður finaludystur ímóti Team Klax, um so er, at KÍF avgreiðir sínar dystir, eins og væntað, 'skuespæl' ella ei.

H71 2 spældi ein góðan dyst, skilst. Teir vóru á odda nakað út í annan hálvleik ímóti StÍF, og tað á útivølli. Halgir, Hanus Norðberg, Hilmar Leon og Niels Viggo saman við øðrum gørpum úr menningarliðnum vóru ikki so langt frá sensasjónini. Vantandi kreftir.

Klára teir at koma fyri seg aftur til týsdagin, íðan, tá hevði verið stuttligt, um teir kláraðu at levera ein líka framúr innsats sum ígjár.

Dysturin verður týsdagin 21. januar kl. 20 í Høllini á Hálsi. Komið og stuðlið. Stuttligt er tað so, altíð stuttligt, tá ið ungir og eldri blanda seg til eitt kappingarført lið.

Koyr á H71!!!!!!!!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Petur Skeel Dahl   210135 PeturSD@Olivant.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com