hósdagur, 23. januar 2014
Myndir: Álvur Haraldsen/in.fo
Góður endaspurtur gjørdi, at H71 vann á Neistanum
15 sekund vóru eftir, og tað stóð á jøvnum 24-24. Neistin var í álopi og hevði allar menn við, eisini málmannin, men lukkutíð fyri okkum bjargaði Tóraldur skotinum og kastaði bóltin í málmansleysa Neistamálið til endaligu støðuna 25-24.
Fyrri hálvleikur var annars ógvuliga linligur frá okkara síðu. Tíbetur var heilt annað lag á spælarunum eftir steðgin, og spælið var bæði skjótari og meira ágangandi. So við og við minkaði munurin, og stutt fyri leiklok var javnleikur, og H71 kundi við fleiri ferðir lagt seg á odda. Góði stríðsandin í seinna hálvleiki gav úrslit í síðsta enda, og hetta var bókstaviliga í síðsta enda, tí seinasta sekundið var helst sent út í úrslitaklokkuna at lýsa, tá bólturin rørdi meskarnar.
Soleiðis er hondbóltur! Tað loysir seg at berjast til síðsta sekund. Hetta er sjarman við spælinum.
Tað er so nógv stuttligari fyri øll tá tit spæla hondbólt við vilja, vilja álop og vilja verja. Tað sást eisini í seinna hálvleiki í dag.
Drívið nú á ímóti Team-Klaksvík, minnist til at teir júst vunnu á Neistanum. So er klárt til semifinalur.
Dysturin seinasta leygardag endaði við einum greiðum sigri til heimaliðið uppá 5 mál, 25-20.
Í 20 minuttir sóu vit ein fínan og intensan steypadyst, júst soleiðis ið vit væntaðu. Vit sóu eitt væl tendrað H71 lið, sum spældi skjótan og ágangandi hondbólt. Síðani dovnaði spælið og fór skjótt yvir í eitt óskipað hurlumhey av einum innsatsi. Hetta er tað, sum ger hóndbólt so áhugaverdan, onki er avgjørt frammanundan, tí lið bera seg at sum ein samlað organisma, ið til tíðir kann spæla væl og til aðrar tíðir kann spæla illa. Hendan dagin endaði coca-cola brúsið longu eftir 20 minuttum, tá var avgassað.
Tað sá annars lovandi út fyrstu løtuna. Ári stóð avbera væl í málinum, og honum at takka eydnaðist at skapa fleiri skjótar málgevandi støður frameftir. Fyrstu løtuna riggaðu bæði álop og verja, meðan álopið reiðiliga skjótt tók at bila. Vit høvdu verið frammanfyri 5-2, men tá 20 min vóru leiktir, stóð á jøvnum 7-7. Eftir hetta megnaðu vit ikki reiðiliga at venda gongdini.
Kollfirðingar spæla væl og hava ein hóp av frálíkum skjúttum, og hetta er ringt at verja seg fyri tí hóttanin er so breið. Í dag riggaði verjan hjá teimum væl, serliga miðverjan, og hetta dugdu vit onki at gera við. KÍF vann 25-20.
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |