6. apríl 2013

H71 Dreingir 16 A eru Føroyameistarar


Føroyameistarar dreingir 16


Skrivað hevur: Jonhard Klettheyggj

Mynd: Sunneva Jakobsen

D 16 A spældu í dag avgerandi dystin um Føroyameistaraheitið í Hoyvíkshøllini móti StÍF. H71 vann 20- 17 og tryggjaði sær harvið meistaraheitið.

Spennandi kappingarár

Kappingin í ár hevur verið ófatiliga jøvn og spennandi, og vit hava sæð nógvar sera góðar hondbóltsdystir. Undan dystinum í dag vóru trý lið jøvn við 17 stigum. StÍF og Kyndil høvdu 17 stig fyri 11 dystir, meðan H71 hevði 17 stig fyri 10 dystir. H71 skuldi eftir ætlan spæla ein dyst afturat móti ÍA, men beint undan dystinum í dag komu boðini um, at ÍA ikki kundi manna lið til dystin, sum H71 tí vann uttan dyst.

Afturat hesum kom, at Kyndil hevði vunnið seinasta dystin í hesum umfarinum móti ÍA. Hetta hevði við sær, at um H71 vann ella fekk javnt í dag móti StÍF, so vóru H71 meistarar, Kyndil fekk silvur, og StÍF
fekk bronsuna. Um H71 hinvegin snávaði, so fór Kyndil avstað við gullinum, StÍF fekk silvur og H71 bronsu.

Nervarnir vóru tí øgiligir undan dystinum í dag, serliga millum H71-foreldrini, sum aftur í dag sótu trúgv á áskoðaraplássunum.
 

Dysturin í dag

Hesi bæði liðini spældu eisini fyri einari viku síðani í høllini á Skála, og endaði tann dysturin við 22-24 til H71. Lagt varð tí upp til ein sera spennandi dyst, og tað fingu vit eisini frá fyrsta bríksli.

Serliga í verjupartinum spældu bæði liðini fyrimyndarliga, og málmenninir hjá báðum liðum stóðu væl. At so var, vitnaði máltalvan eisini um, tí aftaná fyrstu 25 minuttirnar var støðan 8-7 til H71, og ikki var frítt eitt sindur av fjáltri enn var á onkrum pápa á bonkinum.

Liðini fylgdust annars til støðan var 3-3; síðani megnaði H71 at koma framum 6-3, men hesin munurin tódnaði skjótt aftur til hálvleiksstøðuna 8-7.

Í byrjanini á seinna hálvleiki fekk H71 ein lítlan hvøkk, tá ein útvísing hevði við sær, at StÍF kom innanftur í dystin og legði seg framum 9-10. Men okkara dreingir fótaðu sær skjótt aftur og komu framum aftur við trimum málum, so støðan gjørdist 13-10 til okkara.

Aftaná hetta fekk StÍF ongantíð aftur fatur á H71, sum allatíðina var 2-4 mál frammanfyri.
 

Einstøku spælararnir

Sum áður nevnt spældu allir sera væl í verjupartinum og vóru tendraðir og klárir at hjálpa hvørjum øðrum. Serliga Kári, Ólavur og Suni gjørdu sína skyldu í verjuni. Hetta sást eisini aftur í gulu kortunum og teimum 3 útvísingunum, sum okkara spælarar fingu, meðan StÍF fekk eina útvísing.

Aksel stóð í málinum meginpartin av dystinum, og serliga í fyrra hálvleiki stóð hann ein branddyst við 11 bjargingum, meðan hann hevði 5 bjargingar í seinna hálvleiki. Elberg kom inn í málið, tá støðan var 17-14. 7 minuttir vóru eftir, og StÍF hevði fingið brotskast, sum Elberg tók hegnisliga. Aftaná hetta koyrdi H71 dystin trygt heim.

Stóri málslúkurin hjá H71 í dag var Hilmar Leon, sum skoraði 11 mál, harav fleiri vóru uppá skjótálop. Verjan hjá StÍF ansaði sera væl eftir Pæturi, sum altíð er ein hóttan fyri mótstøðuliðini. Hann fekk tí bert fekk 4 mál í dag. Suni hevði fleiri dundurskot og skeyt 4 mál, meðan Djóni fekk 1 mál. Serliga miðskeiðis í seinna hálvleiki koyrdi álopsspælið sera væl, og verjan hjá StÍF hevði ilt við at fylgja við, tá Suni, Hilmar og Djóni bjóðaðu av í vinstru síðu.

Hesir mannaðu liðið hjá H71 í dag: Aksel Berg, Elberg E. Klettheyggj, Djóni Gaard Joensen, Pætur Thomsen, Hilmar Leon Jakobsen, Suni Højgaard, Kári Nielsen, Ólavur Joensen, Høgni M. Høgnesen, David Heinesen, Beinir Ólavsson, Andrias S. Eltør og Steingrímur Hallsson.

Endaliga støðan í toppinum gjørdist:

1. H71 21 stig
2. Kyndil 19 stig
3. StÍF 17 stig
4. Neistin 15 stig

Hjartaliga tillukku dreingir - tit náddu málinum, sum tit settu tykkum tíðliga í kappingarárinum!

Tillukku Hoyvík - framtíðin er enn svørt og bjørt!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo