hósdagur, 30. januar 2014

H71 lættliga víðari


H71-Team Klaksvík: 35-21 (15-13)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Álvur Haraldsen/in.fo

Stórsigur til H71-1 og eitt heiðurligt tap til H71-2 í gjárkvøldið.

Tveyðararnir spældu móti VÍF og taptu 21-29, meðan H71-1 vann við 14 málum á klaksvíkingum, sum annars høvdu vunnið á Neistunum.

Tað var ongantíð spenningur um úrslitið, H71 hevði munin allan dystin. Eina løtu í fyrra hálvleiki, tá fimm mál vóru á muni, slakaðu menn, og beinanveg tók at dragna, og støðan við hálvleik var tí 15 til H71 og 13 til gestirnar. Hetta var lágferðhondbóltur, møguliga tilvitað frá gestunum, sum annars hava havt trupulleikar við at spæla við fullari ferð ein heilan dyst. Tað var eisini meiri ferð á dystinum í øðrum hálvleiki. Eina lítla løtu stóð á jøvnum, men annars var reiðiliga skjótt, at H71 rann undan gestunum og vann sær ein greiðan sigur.

Ári stóð væl í málinum í fyrra hálvleiki, meðan Tóraldur hevði ein framúr góðan dag. Tað var serliga honum at takka, at tað gekk so væl, eina løtu tók hann alt, sum bleiv kastað eftir málinum. Um Tóraldur ikki stóð so væl, sum hann gjørdi, so var málmunurin ikki so ógvusligur, sum hann bleiv. Nógv av málunum komu av skjótálopum, og tað vóru løtur, tá hugflogið í álopinum kundi verið betur.

Bogdan bleiv mansvardur at kalla allan seinna hálvleik.

Dagsins maður var Høgni Olafsson, sum var sera avgjørdur í verjuni og kom væl við í álop, tá umstøðurnar vóru til tað.

Við hesum hevur H71 vunnið seg í hálvfinalurnar, sum verða ímóti grannunum úr Kyndli, meðan KÍF og StÍF spæla í hinum hálvfinalunum.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com