fríggjadagur, 31. januar 2014

Steyparok í Hoyvíkshøll


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Myndagerð: Heini Festirstein

- upphiting til 1. hálvfinalu.

Í kvøld verður fyrsti av tveimum dystum at koma í hasa so eftirsóknarverdu steypafinaluna. Ein steypadagur, eitt vikuskifti!, har vit mestsum búleikast um handa gulbláa vøllin á Hálsi.

Fyrst er tað leygardagur, har kvinnur og menn leika finaludyst. Her hava vit so ein møguleika.

Síðani, beint aftaná, eiga dreingir 18 tørn, har vit aftur í ár hava lið. Dagin eftir, sunnudagin hin 9. februar, eru Barnafinalurnar á skránni. Við 5 finalistum út av 9 møguligum finalum er H71 forrestin best umboðaða felag, men annars er alt stak væl umboðað. (Eitt sindur skuffandi fyri okkum, at vit ikki eisini fingu gentur og dreingir 14 og gentur 12 við. Hinegin, hetta er jú steypakapping, og tá er oftani rúm fyri einum yvirraskilsi ella tveimum.)

Men aftur til hálvfinaluna íkvøld. Sjálvur dysturin byrjar klokkan 20, men vit leggja til brots longu klokkan 18. Tá er tað, at svarta fjepparafjøldin hitar upp, meðan spælarnir eisini gera tað... bara eitt sindur øðrvísi.

Stuðlafelagið boðar frá góðbitum og onkrum leskandi afturvið. Genturnar hjá Halli, og kanska eisini tær hjá Petur Martini, fara at mála hoyvíksbørn so kolasvørt um andlitið, og DJari fer at leggja lag á við fólksligum poppi, ivaleyst eisini einum 80ara lagi ella seks.

Vit hava serstakliga snøggar og larmríkar H71-klapparar útvegaðir av Suðuroyar Sparikassa. Vit hava eina ørgrynnu, so tað er bara at larma. Børn sum vaksin.

Hartil liggja vit inni við eini minni ørgrynnu av løgum um H71, Hoyvíkina og allar okkara leikarar við. Og tað er fríggjakvøld, so tað manglar bara.

Tað verður lív. Vit rokna við kjaftfullari høll. So møtið stundvíst og fjølment og lat okkum píska okkara menn til sigurs!

Koyr á H71, koyr á maskinuna!!!!!!!!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com