1. februar 2014

Ov nógvir mistir bóltar


H71-Kyndil 17-21 (7-10)


Skrivað hevur: Anfinnur Hovgaard

Myndir: Álvur Haraldsen/IN.FO

Hetta var avgjørt ikki av bestu dystum hjá AA-liðnum hjá H71.

Tað byrjaði so gott. Aftan á góðar 10 minuttir var støðan 3-1 til okkum. Men hagani gekk tað bara niður av bakka.
Tað kendist nakað sum at luftin spakuliga fýsti úr ballónini. Konsentrasjónin var líka sum ikki heilt har, hon skuldi vera.

Hálvleiksstøðan var 7-10. Men longu 5 minuttir inn í annan hálvleik var støðan 8-13. Tá sá mann líka sum skriftina á vegginum. Sjálvt um vónirnar vóru til nakað annað.
Men kyndlarnir hildu okkum í tryggari frástøðu. Vit komu teimum ongantíð nærri enn 2 mál. Fyrri semifinaludysturin hjá okkum í Coca Cola kappingini móti Kyndli endaði við 17 málum til okkum og 21 til teir.

Tá alt kemur til alt, so er tað ikki so løgið. Vit mistu nógvar bóltar. Havi mangan sær óneyvar avleveringar og móttøkur sum, tja - ikki eru móttøkur. Men tá hevur talan verið um dystir í yngri deildum. Hørð orð kanska, men tað er í øllum førum tað, eg sum eg hugsi um hendan dystinum.

Eitt er at missa nógvar bóltar. Álopini sýntust ivandi. Eg saknaði eitthvørt slag av villskapi. Ein vilja til okkurt meira frá okkara monnum. Tó rætt skal vera rætt, kyndlaverjan var ikki løtt at koma framvið. Tað saman við málverjanum, sum sýntist at hava lúrt fleiri av okkara væl og virðiliga av, gjørdi helst sítt til, at okkara okkara leikarar blivu ótryggir og álopini hareftir. Upplagdir møguleikar við síðuna av málinum, á yvirleggjaran ella beint á málverjan - vit sóðu fleiri av slagnum.

Og í hinum endanum tóktiskt tað mangan í so lætt at koma í gjøgnum okkara verju. Sluppu teir ikki í gjøgnum, so brúktu teir okkurt hol í verjuni.

Málverjarnir hjá okkum høvdu sínar stóru løtur. Tær vóru faktiskt ikki so fáar, og teimum at takka gjørdist tapið ikki størri enn tað sama.
Og so má eg nevna unga Høgna Olafsson. Í dag vísti hann fleiri ferðir tann villskapin, sum eg saknaði annars.

Eg fari at troysta meg við einum: eg veit, at okkara lið kann levera nakað betri enn tað, vit sóðu í Hoyvíkshøllini í gjárkvøldið. Nakað nógv betri.
Og tað vóni eg, at vit fara at sanna sunnudagin í høllini á Hálsi, tá seinni semifinaludysturin skal avgreiðast. Men vit byrja við mótbrekku. Vit skula vinna dystin við minst 5 málum.

Tað verður kanska tungt.

Men - hey - eg segði ikki ómøguligt!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo