2. februar 2014

Vit vunnu - og taptu


Coca Cola Kyndil-H71 24-26 (10-14)


Skrivað hevur: Anfinnur Hovgaard

Myndir: Álvur Haraldsen/IN.FO

Eg visti tað! Okkara menn høvdu meira at geva av - meira enn tað, vit uplivdu fríggjakvøldið.

Og tað bleiv til ein sera intensan dyst við nógvum og væl uppløgdum áskoðarum í kvøld. Seinna hálvfinalan í Coca Cola kappingini móti Kyndli var í høllini á Hálsi í kvøld. Vit vunnu dystin, men vit mistu finaluplássið.

Vit byrjaðu í mótbrekku. Fyri at koma í stepafinaluna var kravið, at vit skuldu vinna við 5 málum ella einans 4 málum, um vit vunnu dystin við meira enn 22 málum(!).
Endaliga úrslitið bleiv 24-26 til okkum, og tað var so steypakappingin fyri okkara viðkomandi á hesum sinni.

Dysturin var ferðmikil frá byrjan. Kyndil var á odda í byrjanini, men ongantíð meira enn 1 og 2 mál. Tá 21 minuttir vóru leiktir var støðan 8-8. Tá var tað eisini blivið heitt á teimum norðaru áskoðaraplássunum, og stemningurin var í topp. 4 minuttir seinni var støðan 9-12, og hálvleiksstøðan bleiv 10-14. Um onkur ikki trúði tí áðrenn, so mátti mann trúgva tí nú. Tað var ein veruligur møguleiki fyri at koma í steypafinaluna. Vit vóru komin upp á slætt. Ári, sum var í málinum meginpartin av dystinum, stóð sera stinnur og tók mangan bóltin. Nakað sum sýntist at ávirka Kyndla-skjúttarnar ikki sørt. Teir mistu fleiri bóltar, meðan okkara mótálop góvu úrslit. Ikki ofta, at vit síggja tað, men ein "flúgvari" sum hjá tann hjá Rúna í dag - tað er sku altíð flott at síggja.

Annar hálvleikur var ikki meira enn 5 minuttir gamal, tá lógu vit oman á, støðan er 12-17.
Sum nevnt í byrjanini, so var dysturin ferðmikil, og tá gerast menn ofta heitir. Knappar sjey minuttir inni í øðrum hálvleiki hevði Kyndil ikki færri enn tríggjar mans útvístar, einar 2 minuttir seinni vóru tað vit, sum høvdu tveir útvístar móti einum hjá Kyndli. Tá var støðan 14-19. Og so fór tað at ganga tann skeiva vegin. Tað bleiv trupult hjá okkum at sleppa í gjøgnum Kyndla-verjuna, og samstundis góvu teirra álop úrslit.

Teir næstu loypandi fimm minuttirnar gjørdist støðan 16-20, 19-21 og 21-24. Í 27. minutti 22-25. Tá seinasti minuttur var farin í gongd, var støðan 23-25. Og vit høvdu bóltin. Bara eitt mál afturat, síðani veja-verja-verja - og vit vóru rímuliga tryggir í finaluni.

Men tað, sum skuldi vera eitt væl spælt álop, bleiv í staðin eitt hazard-spæl. Ein optimistisk roynd at spæla bóltin inn á strikuna miseydnaðist, og so slapp Kyndil í álop, 30 sekund eftir. Og 20 sekund seinni fekk Kyndil fríkast - teir tóku time-out - fyri síðani at fáa avgerandi og seinasta málið í dystinum.

Mann kann næstan siga, at vit mistu á stokkinum. Høvdu vit fingið mál við hasum seinasta álopinum, so hevði semifinalusigurin uttan iva verið heima. Men dysturin var ikki bara hetta seinasta álopið, hesin seinasti minutturin. Har vóru 59 aðrir av slagnum, og teir saman við fyrra semifinaludystinum eru teir, sum telja. Samlaða úrslitið gjørdist 45-43 til Kyndil. Tillukku við tí, tit grønu.

Fleiri áskoðarar vóru troyttir aftan á dystin. At sita á sínari fløtu til ein intensan dyst, tað krevur sítt. Og tá mann so øsir seg um býttar feilir, um støður, sum verða dømdar og um støður, sum ikki verða dømdar, tá fer blóðtrýstið tann skeiva vegin. Men fyri áskoðaran ein góður dystur. Hóast úrslitið ikki varð tað, mann ætlaði.

---
Myndir, sum Álvur Haraldsen tók av dystinum, eru her.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo