mánadagur, 3. februar 2014

Feitari svørtumegin, bæði so og so


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Myndir: Álvur Haraldsen/IN.FO

Uff, hatta var svárt, akkurát tá, men tó eitt gott upplivilsi, tá alt kemur til alt.

Har koma aðrar finalur, har vit kunnu renna út á vøllin og gleðast saman við okkara egnu.

Soleiðis skuldi tað ikki vera hesuferð, men enn er eitt óført steypavikuskifti fyri framman, har vit enn einaferð eru best umboða felag í notoriøsu Barnafinalunum hjá HSF og Coca Cola. Alla dreingjarekkina sum hon er undantikið d14, sum Neistin so (ergriligt og) flott fór avstað við:) Eisini eru vit umboðað á gentusíðuni, aftur í ár í tí yngstu deildini, gentur 10.

Gentur 12 spæla góðan hondbólt, men ofta gleppur tað í avgerandi løtum hóast flott spæl, serliga álopsspæl. Men har eru í minsta lagi tvey onnur góð lið, og tí ynskja vit Kyndil og VÍF tillukku við finalusessunum. Bestu liðini, tá alt kom til alt.

Gentur 14 eru góðar, ovast í deildini saman við tveimum øgiliga vælspælandi liðum, Neistin og Stjørnan. Eisini har glapp. Og gentur 17 kláraðu tað so heldur ikki, men gerast hvaðna sterkari ár fyri ár, eisini stútt sum tær fáa fleiri afturat sær í aldursbólkinum.

Og, um ikki so nógv ár, vera vit somuleiðis at síggja á damusíðuni, júst eftir langtíðarætlan. So um vit halda tað vera strævið nú, kensluligir upp- og niðurtúrar, við bara harrunum at hugsa um og stuðla, píka sjey, hvussu verður tað ikki um ein lítlan neva av árum ella so.

Vissuliga, vit vóru væl dekan kedd, onkuntíð tapa vit, eisini týðandi dystir, men aloftast vinna vit. Hinvegin var tað mega nógv feitari at vera partur av áksoðarafjøldini svørtumegin enn hinumegin... mest átøkt einum bønarmøti í Siloa. Altso, tað var óluksáliga stuttligt og spennandi hjá okkum, so longi tað vardi.

Annars, lat tað vera ein lítil anekdota av reflekterandi slag, tí beitst tú merki í tað sama sum eg beint eftir seinna hálvfinaludystin hjá harrunum, tá ið vit á teimum norðaru áskoðaraplássunum, heldur skuffað, men tó glað fyri flott avrik--ið vónandi ber seg inn í FM-kappingina--blivu møtt av einum, ja, "sigursrópi". Eg sá tað so, og kundi ikki lata vera við at hugsa... nakað smírandi: "Tað sigur ikki heilt sørt um maktskiftið í føroyskum hondbólti, tá ið leikskiparin hjá dalandi vindorkuni og venjari hjá neistadamum hevur eina so fúkandi trongd at koma framat og gestikulera ímóti tí svørtu fjepparafjøldini."
Tað var so ikki hvønndagskostur fyrr í tíðini.

Har finst annað slag av rivalisering, meiri mótað og raffinerað, men tá koma vit inn á vinnaraanda; hetta her við veraldarvandari øsing og tað, at gleðast um sítt egna avrik heldur enn løtubæra skuffilsið hjá mótpartinum. (Konfronterandi háðan flokki eg ikki sum rættur vinnaraandi.) Tað er sum við nøkrum Liverpool-fjepparum, eg upplivi, ið eginliga eru glaðari um fyribils niðurtúrin hjá United enn fyribils upptúrin hjá sær sjálvum.
Men hey, lat fara, og gott við rivalisering, sjálvt tá ið hon, ultimativt, tekur seg út sum veikleiki.

Hvussu er og ikki, tá var hetta eitt brak av einum dysti. Kyndil spældi ein sera skilagóðan dyst í Hoyvík, serliga í verjupartinum, og tað sigur ikki lítið um, hvussu javnt tað er í føroyskum topphondbólti, at úrslitini kunnu svinga so mikið. Góð lýsing fyri hondbóltin.

Jú, stuttligt at síggja, hvussu væl uppgjørdur eisini hondbóltur kann vera. Ein væl feitari ítróttur í Føroyum enn yvirgiraði og smákoloniali fótbólturin, ongin ivi. Og tað ber so aldri til at hava eina trúliga kappingarføra ítróttardissiplin við bert tí eina liðnum, ella trimum. Vit hava tørv á fleiri liðum, fleiri liðum enn, og helst so væl landafrøðiliga umboðað sum til ber.

Vit ynskja Kyndil tillukku við báðum finaluplássunum, og føroyskur hondbóltur hevði verið ein avbera fátækur staður uttan teir grønu úr Havnini. Avbera fátækt. Eisini er væl hugsandi, at júst hesi lið, Kyndil og H71, saman við strandingum, koma at vísa seg sum evstu avbjóðarar til eitt fremmanda-spekkað VÍF lið í stríðnum um at røkka FM-finalunum.
Spæla vit sum ímóti Mladen, Hørði og David sunnudagin, tá kunnu vit vinna á øllum, eisini kollfirðingum, so spennandi verður.

Koyr á maskinuna!!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com