6. februar 2014

Upphiting í Bovlinghøllini


- har til ber at fáa ein góðan bita fyri sera sámuligan penga.

Í samband við stórsligna steypavikuskiftið á Hálsi, har H71 hevur 5 ungdómslið við, er Bovlinghøllin á Hálsi tilskilað H71 í tíðarskeiðinum frá kl. 16 til 18 sunnudagin, har lekkur buffet er á matarskránni.

Prísurin er krónur 50 fyri persónin uttan drykkjuvørur, sum má metast at vera á heilt góðari leið.

Eg vil enntá fara so langt sum at siga, at hetta er ein príslega so rímilig, at okkara vælsignaðu útisetar, sum bara hungra eftir at koma heimaftur, faktiskt gera tað. (Um ikki, so kann tað eisini gera tað sama.)

Eisini kann hetta matar-treff fungera sum upphiting til dreingir 16-finaluna, ið mestsum kann metast at vera hæddarpunktið á Barnafinalu-degnum.

Vit eru, sum sagt, í 5 út av 9 finalum í ungdómspartinum, og tí best umboðaða felag harí. Afturat hesum hava vit ein ókey kjans at vinna nokkso nógvar av hesum finalum.

Stappið í tykkum, og koyrið á, H71!!!!!!!!!!!!


Steypadystirnir í vikuskiftinum


Leyardagin 8. februar:
Kl. 13:30 Kvinnufinalan
Kl. 16:00 Mansfinalan
Kl. 18:00 Dreingir 18: H71 – VÍF

Sunnudagin 09. februar:
Kl. 12:50 Gentur 10: Neistin a – H71 a
Kl. 13:25 Dreingir 10: H71 b – Team Klaksvík
Kl. 14:20 Gentur 12: VÍF – Kyndil a
Kl. 15.15 Dreingir 12: H71 a – Kyndil a
Kl. 16:10 Gentur 14: Stjørnan a – Neistin a
Kl. 17:25 Dreingir 14: Neistin a – VÍF
Kl. 18:30 Gentur 17: Kyndil a – Neistin a
Kl. 19:45 Dreingir 16: H71 a – Kyndil

---
Myndirnar eru læntar av heimasíðuni hjá Bovlinghøllini í Havn.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo